Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Í fleiri ár er Tórshavnar Kommuna gjørd varug við, at viðurskiftini í frítíðarskúlanum Spírin í Havnardali sum heild eru ótolandi og beinleiðis lívshættislig fyri børnini.

- Hølisviðurskiftini eru ikki nøktandi

- Ferðslan á staðnum er lívshættislig

Hesar trupulleikar vórðu vit foreldur kunnað um við skúlabyrjan í ár, og afturat hesum eru børnini í Spíranum vorðin álvarsliga ávirkað av ræðandi atburði av fólki, sum eisini halda til í økinum.

Tískil vórðu vit innkallað til fundar beinanvegin um hendan sera ódámliga atburðin, sum varð sýndur okkara børnum.

Onkran av døgunum var frítíðarskúlin brádliga stongdur, tí starvsfólkið ikki mettu tað vera ráðiligt at vera í økinum. 

Viðvíkjandi hølisviðurskiftunum so er støðan tann, at barnatalið er hækkað seinastu árini, soleiðis at Spírin sum er normeraður til 48 børn, nú skal hýsa 64 børnum. 

Eisini vórðu foreldur kunnað um ferðsluviðurskiftini í økinum. Húsini, ið børnini búleikast í, eru flutt út móti vegnum/á vegin. Nógv ferðsla – og tung ferðsla – er í økinum.

Nú er enntá eisini myrkt, tá børnini verða heintað seinnapartar. Eyðsýnt er, at viðurskiftini vóru og eru sera ótolandi og langt uttan fyri tey mørk, sum vanliga eru galdandi fyri frítíðarskúlar og virksemi í hesum sambandi. 

Beinavegin tóku umboð fyri foreldrini stig til at heita á fyrisitingina, tvs. Barna – og Ungdómsdeildina, um at vera við á fundi um trupulleikarnar við starvsfólk á stovninum. Umbønin var ikki gingin á møti, og bóðu vit hereftir beinavegin um fund við leiðaran av Barna – og Ungdómsdeildini, skipað undir trivnaðarfyrisitingini.

Tvs á røttum stað. Nú eru long tíð fráliðin síðani skúlabyrjan, og vit hava enn onki hoyrt aftur frá trivnaðarfyrisitingini.

Hvørki so ella so, sjálvt um okkum varð lovað, at tey vendu aftur við fundarboðum. Eru viðurskiftini góðkend av evstu trivnaðarleiðslu?

Hevur politiska leiðslan góðkent viðurskiftini? 

Vónandi ber til at fáa greið svar uppá spurningarnar.

Fyri okkum er lítil ivi!Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur mett um viðurskiftini, og er kommunan gjørd varug við hesi sera ótolandi og beinleiðis lívshættisligu viðurskiftini, ið eru í økinum.Onki hendir í samband við at bøta um viðurskiftini.

Tó kann ikki sigast, at sokallaða trivnaðarfyrisitingin onki hevur gjørt. Árini frammanundan hevur verið fult á stovninum, og hetta er fyrisitingin kunnað um í áravís. Kunning um ótolandi viðurskifti hevur allatíðina verið. 

Men allíkavæl – hvat hendir við skúlabyrjan – ja, talið av børnum veksur 1/3. Tilrættisleggingin er so fullkomin, at t.d. er tað so, at ikki øll børnini rúmast í bussinum, sum flytir tey út í Havnardal……Vit bíða ikki meira til ein vanlukka hendir – nokk er nokk.

Onnur hava tosað í áravís, men higartil hevur tað verið sum at sletta vatn á gás. Hvør ábyrgdast?  Foreldur eru nú við til at taka stig til, at børn ikki longur verða ansað í Spíranum. Ein deyðsfella.

Foreldraumboðini í Spíranum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo