Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Merkisdagar

Viðgitni marglistamaðurin úr Fuglfirði – Frits Johannesen – fyllir 75 ár tann 22. mai.
Sprotin leggur fram nýtt verk við hansara myndlist, og Fuglafjarðar kommuna skipar fyri føðingardagskvøldi í Mentanarhúsinum.

Tiltakið byrjar kl 20, og øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa upp á Frits, njóta tónleik og røður og okkurt gott til góma og háls.

Skráin sær soleiðis út:

– Gentukórið syngur 3 sangir
– Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar Kommunu, ber Frits eina heilsan
– Jonhard Mikkelsen leggur bókina fram
– Hornorkestrið spælir 2-3 løg
– Odvør á Lakjuni ber Frits eina heilsan
– Og so okkurt óvæntað!

Bøkurnar eru til keyps, og Frits skrivar fegin í tær.

Borðreitt verður við góðum bitum, onkrum drekkandi og góðum práti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo