At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Krutl

Fróði Hansen hevur júst latið frá sær eitt staklag, ið kallast Jólasálmur.

Fróði Hansen eigur orð og lag og umframt at syngja, spælir Fróði eisini klaver á lagnum, meðan Petur Háberg hevur staðið fyri upptøkuni, ljóðblandi og spælir bæði gittar og orgul.

Bárður Háberg hevur mastrað lagið, og Durita Hansen hevur gjørt listarverkið til lagið, ið millum annað er at finna á Spotify og iTunes.

Upptøkurnar eru gjørdar í Gimme Studio í Skopun.

Fróði hevur annars í 2018 brúkt nógva tíð í upptøkuhøli, har hann við bólki hevur innspælt sína komandi útgávu, ið kemur at kallast Hola. Upptøkurnar eru lidnar, og ætlanin er, at útgávan, ið inniber 8 føroysk løg, kemur út í mai 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo