Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Foie gras er djórapínsla av ringasta slag, heldur býráðið í New York, sum við stórum meiriluta hevur samtykt at banna allari sølu og servering av fronsku delikatessuni. Tó ikki fyrr enn frá 2022 at rokna.

Foie gras verður gjørt við at tvangsfóðra gæs og dunnur, so livrarnar gerast feitar og vaksa ónátúrliga nógv - upp til 10 ferðir vanligu støddina. Uttan iva er hetta alt annað enn gott fyri fuglin, men rætturin er ein tann kendasti í franska køkinum.

Nógv kjak hevur verið um spurningin, og tey atfinningarsomu halda, at hetta verður skrúvan uttan enda. Áðrenn vit vita av er allur matur, sum er framleiddur av djórum, bannaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo