Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í sambandi við at La Garonne, tænastuskip hjá fronsku marinuni, er á stuttari vitjan á Havnini, var skiparin við fylgi á eini kurteisisvitjan á Ráðhúsinum, har Gunvør Balle, varaborgarstjóri, tók ímóti. Við var eisini Hanna Jensen, ið er franskur konsul í Føroyum.

Skipið La Garonne er eitt sokallað ”Loire-class” offshore stuðuls- og hjálparskip av sama slagi sum Rhone, ið vitjaði her í fjør. Skipið er uppá 2960 tons, 70 metrar langt og 15 metrar breitt. Skipið er útgjørt til bjarging, umhvørvisvernd og vanliga hjálp á sjónum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo