Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tórshavnar Býráð vil fjálga um allar ítróttargreinar og onnur frítíðarítriv í høvuðsstaðnum, og tað er við hesum stevnumiði í huga, at vit hóskvøldið hava samtykt at keypa eina serútgjørda flótibrúgv til virksemið hjá Froskmannafelagnum, Kajakfelagnum og Bátafelagnum í Havn.          

Feløgini hava sítt dagliga virksemi í Vágsbotni og undir Bakka við Tinganes, og flótibrúgvin verður løgd undir Bakka á uttaru síðu á bylgjubrótaranum innan fyri Skinnarasker.          

Flótibrúgvin, sum lættir væl um hjá frítíðarfeløgunum, er eisini sniðgivin og laga eftir søguliga og hugtakandi umráðnum við Tinganes og Skinnarasker. Á sumri 2016 samtykti býráðið at geva Tórshavnar Froskmannafelag og Kajakfelagnum, sum vóru vorðin húsvill, tak yvir høvdið í gomlu kommunalu neystunum undir Bakka, sum feløgini leiga frá kommununi. Býráðið hevur eisini stuðlað feløgunum í at seta neystini í stand, og hetta arbeiðið er næstan liðugt.           

Tórshavnar Froskmannafelag, Kajakfelagnum Bátafelagið eru – eins og hini frítíðar- og ítróttarfeløgini í Havn – virðismikil fyri høvuðsstaðin. Stuðulin, ið býráðið veitir frítíðarfeløgunum við Vestaru Vág, sæst aftur í lívgandi virkseminum á havnarlagnum, sum er við til at økja trivnaðin í okkara livandi høvuðsstaði. Tá feløgini fingu gomlu neystini at búleikast í fyri umleið hálvum øðrum ári síðani, var samstundis avtalað, at feløgini sjálv skipa virksemið á økinum við felags reglum fyri økið og ognirnar innan fyri teir karmar, sum kommunan ásetir.          

Eg ynski frítíðarfeløgunum við Vestaru Vág góðan virkishug á nýggju flótibrúnni og framhaldandi góðan trivnað í hesum søguliga og hugkveikjandi umhvørvi.           

Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo