Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

Í gjár frættist, at UEFA hevur játtað eini umsókn frá Fótbóltssambandinum at skipa fyri EM-endaspælinum fyri U17 kvinnur. Kappingin verður hildin í Føroyum á vári 2021.

VP hevur spurt FSF-forsetan, hvussu stór henda uppgáva er.

Christian Andraesen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at Føroyar skipa fyri einum endaspæli. Kappingin fer fram í Føroyum í apríl/mai 2021.

Tað verða 8 lið, sum fara at luttaka í kappingini. Av hesum fara 4 lið heim, tá bólkaspælið er liðugt. Bólkaspælið varar í 10 dagar. Samlaða kappingin tekur 16 dagar at avgreiða.

- Vit rokna við, at umleið 300 fólk tilsamans koma til Føroya í samband við kappingina. Samlaða talið av yvirnáttingum verður omanfyri 4.000.

- Skipast skal eisini fyri flutningi til og frá vøllinum, og gestirnir skulu eisini hava at eta.

- So kappingin fer uttan iva at geva stórt íkast til ferðavinnuna í Føroyum, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF, í stuttari viðmerking. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo