Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

FSF Varpið: Leygardagin og sunnudagin varð fyrsta umfar í steypakappingini hjá monnum spælt. Átta dystir vóru á skránni, og tilsamans blivu 58 mál skorað.

Úrslitini háttaðu seg soleiðis, at ÍF, NSÍ, EB/Streymur, TB/FCS/Royn, B36, KÍ, Víkingur og HB hava spælt seg víðari í kappingini, og eftir lutakast í 3-2 í sjónvarpinum mánakvøldið er nú greitt, at fjórðingsfinalurnar verða spældar soleiðis:

ÍF – KÍ
HB – EB/Streymur
B36 – Víkingur
NSÍ – TB/FCS/Royn

Fjórðingsfinalurnar verða spældar hósdagin 13. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo