Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Innlendis ítróttur

Lars Olsen, Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen hava allir góðar vónir til landsdystin millum Sveis og Føroyar, sum verður á Swissporarena í Luzern í dag klokkan 17:00, føroyska tíð.

FSF Varpið er við á ferðini, og aftaná seinastu venjingina, sum var á sjálvum leikvøllinum har dysturin verður spældur, fekk Tróndur Arge orðið á landsliðsvenjaran, og teir báðar stríðsmenninar á føroyska miðvøllinum.

Allir hava góðar vónir, men tað verður torført. Sveis er komið væl frá byrjan í kappingini, og hevur higartil vunnið allar dystirnar í bólkaspælinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo