Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Innlendis ítróttur

Fótbóltssambandið: Ikki færri enn 38 mál vórðu skoraði í teimum átta dystunum í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, sum varð spælt farna mikukvøld.

Og tað er nokk ikki at taka munnin ov fullan tá sagt verður, at í onkrum føri var talan um sannar perlur. Millum annað seinna málið hjá Árna Frederiksberg fyri B36 ímóti 07 Vestur.

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar 2. Páskadag, mánadagin 22. apríl.

Tá verður spælt soleiðis:
Víkingur–B68,
HB–B71,
Skála–TB
B36–KÍ

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini frá 1. umfari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo