Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Fyri fólk, sum noyðast at liva við ótolandi larmi frá skipum, kenst tað tragikomiskt, at ein kunngerð er, sum verjir fugl frá skipalarmi. Politiskt hevur mann samtykt at verja fugl, meðan tað vísir seg ikki at bera til at seta eina kungerð í gildi, sum verjir fólk.

Sambært eina kunngerð frá 2017, hava skip ikki loyvi at órrógva fugl við Ramsaroyggjarnar. Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Bannið er galdandi fram við landi, har stórur vandi er fyri, at tað kann órógva fuglalívið. Endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið. Bannið fevnir um øll skip og allar bátar uttan skip í fastari rutusigling til hesar oyggjar, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi í hesum økjum.

Tað er at gleðast um, at ein slík kunngerð er komin í gildi, og at óljóð frá skipum verður tikið í álvara, sum ein hóttan mótvegis trivnaðinum og "heimafriði" hjá fugli.

Men felagið Heimafriður undrast tó á, hvussu tað kann bera til, at ein kunngerð, sum verjir fólk í Føroyum ímóti larmi frá skipum, ikki er sett í gildi. Vit hava longu umhvørvisverndarlógina, sum letur upp fyri, at kunngerðin kann setast í verk.

Heimafriður heitir staðiliga á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, um eisini at seta í gildi kunngerðina, sum skal verja fólk í bústaðarøkjum ímóti óljóði frá havnaløgum.

Felagið gleðist um, at Tórshavnar kommuna og JFK nú tykjast at taka trupulleikan í størri álvara og síggja loysnir fram um forðingar.

Vegna felagið Heimafriður
Trina Eysturoy, forkvinna

Kunngerð her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo