Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú niðurgongdin og tær fatalu fylgjurnar av tí infantila planøkonomiska makkverkinum, sum amatørarnir Oskarssonur, Høgni Hoydal og ein fundamentalistiskur dagdroymari á Setrinum hava smoygt niður yvir føroyskt vinnulív, melda seg á fleiri frontum, royna teir politisku dilettantarnir at vaska hendur og turka ábyrgdina uppá øll onnur.

Tey síðstu krokudillu-tárini frá "OVASTA KVETT" í tjóðveldis-sektini eru tey, at illavorðnir norðmenn skullu hava skyld í nógvum av okkara problemum, men eru tað nú norðmenn, sum hava ásett tann vitleysa studningn fyri at landa fisk í Føroyum?

Teir politisku timburmenninir níva hart í Landsgonguni, men nakað erkennilsi av at hava dummað seg, skullu vit ikki vænta frá slíkum vitleysum fantastum.

Nei, teir vaska væl og virðiliga sínar kolskitnu hendur!

Teir billaðu sær inn, at teir lættliga kundu ganga á sjógvi, men nú teir síggja, at tað ikki ber so væl til, so mugu syndabukkar finnast um alt Europa, bara ikki í Tinganesi, har sum øll tann ynkiliga skommin og ábyrgdin er!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo