Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Bob & Marilyn’s hava sum fyrsta føroyska fyritøkan fingið fígging úr Flex Funding. Lánið bleiv longu fullteknað eftir átta tímum á uppboðssøluni, og tá uppboðssølan lat aftur var lánið yvirteknað heili 247%.

Brian Hansen og Bartal Jatvarðsson Hermansen - stjórar og eigarar í Bob & Marilyn’s Sp/F - eru fegnir um undirtøkuna: ”Vit hava fingið fíggjað vøksturin hjá okkum bíligt og skjótt, og vit hava fingið avdúkað at íleggjarar trúgva uppá okkara konsept. Og sum ein eykavinning hava vit eisini fingið marknaðarført Bob & Marlyn’s” .

Flex Funding er ein nýggjur og øðrvísi lánimøguleiki í Føroyum. Flex Funding er eitt talgilt torg, har ið føroyskar fyritøkur kunna søkja um lán, og føroyingar kunnu læna til eina góða rentu. Talgilda føroyska Flex Funding torgið er verksett í einum samstarvi millum Suðuroyar Sparikassa og danska hóplán platformin Flex Funding A/S.

Í næstu viku kemur ein onnur føroysk fyritøka á platformin, men longu nú ber til at lesa um fyritøkuna á Flex Funding torginum. Hetta krevur tó, at tú hevur skrásett teg sum kunda. Skráset teg her, tað er ókeypis.

Les meira um Flex Funding á FlexFunding.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo