Hin veruligi sjónleikurin er ikki minni góður, tó meira at harma, enn hann ið leiktur verður
- V. Poulsen
Politikkur

Kanningarleiðarin, sum skal kanna millum annað fiskiráðharran, hevur biðið Fiskimálaráðið um frágreiðing viðvíkjandi fleiri trúnaðarskjølum, men hevur ikki fingið svar enn.

Fiskimálaráðið hevur kravt, at avhoyringarnar eru fyri afturlatnum hurðum av tí at so nógv skjøl eru í trúnaði í Fiskimálaráðnum.

Tað segði kanningarleiðarin Kristina Samuelsen fyri Útvarpinum á middegi.

15 løgtingsfólk heittu á løgtingsformannin um at kanna leiklutin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, tá veiðiloyvi vórðu flutt frá línuskipum til uppsjóvarskip, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, røkti eftirlitsskyldu sína við landsstýrismanninum á fullgóðan hátt í tí sambandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo