Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í gjár var Joaquin Pujol, formaður í FINA Facilities Committee (nevnd í altjóða svimjisambandinum FINA) á fundi við Tórshavnar kommunu. Á skránni var viðgerð saman við bygginevnd og teknisku fyrisiting um staklutir í uppskotinum, og um atlit í mun til FINA reglur í sambandi við altjóða kappingar.

Ynskið er, at langhylurin og Svimjihøllin í Gundadali skal kunna vera karmur um eina røð av kappingum í føroyskum, norðurlendskum og altjóða høpi, umframt vera ein góð íløga í betri karmar fyri rørslu, ítrótt og svimjiundirvísing í áratíggju fram í tíðina.

Eisini var fundur við borgarstjóran Anniku Olsen og Gunvør Balle, forkvinnu í mentamálanevndini, har tikið var samanum málið. Samskiftið við FINA kemur at halda fram, og ætlandi verður farið undir projektering av verkætlanini í næstum.

Verkætlanin skal verða liðugt projekterað í 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo