Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Eg hevði sett nakrar spurningar á onkrum portalum til Havstovuna, tá ið eg onki svar fekk, sendi eg spurningarnar til Eilif Gaard lívfrøðing og Petur Steingrund fiskifrøðing. 

Eg fekk svar aftur, at svarini kundu blíva bæði drúgv og innviklað, so teir bjóðaði til fund og bjóðaði mær, at taka onkran við, fundurin bleiv mánadagin, tann 09.10.2017. kl. 09.00.

Eg hevði bjóðað 5 monnum afturat mær við, sum allir hava holla vitan um fiskarí. Vit roknaðu við, at fundurin fór at blíva einar 2-3 tímar, men har var so nógv upplýsandi og áhugavert at tosa um, at vit sótu til klokkan 16. Ja í 7 tímar. Bøði vit, Eilif og Petur, (sum var noyddur at fara til onkur stutt ørindir 2 ferð) fingu nógv nýtt og áhugavert at vita, og allir vóru sera glaðir fyri, ein sera góðan fund. So eitt samstarv ímillum vinnu og Havstovuna má koma í gongd, so skjótt sum møguligt.

Eg fari nú leggja, onkrar spurningar og svar út, restin kemur seinri.

Spurningur1  Kunnu tit nevna nøkur dømi um, at tit hyggja eftir natúr umstøðunum í stovnsmetingunum?

Eilif Gaard segði frá, tá ið hann í 1990 byrjaði á Havstovuni, fekk hann til arbeiði at kanna føðina og liviumstøðurnar hjá fiski. Hann fann útav at tað var so at siga ongin føði, men í 1993 sá nógv betur út við liviumstøðunum, so hann hevði skriva, eina ritgerð til ICES,  at hann var sikkur uppá at fiskurin kom skjótt aftur, sum eisini kom at passa.

Í desember 1992 tosaðu fiskimenn, við Sosialin og gjørdu vart við, at tað sá betri út og meira føði var, komin inn á Føroyagrunnarnir.

Spurningur 2  Hví var fiskaloysi so ofta í 17. 18. 19-indi øld?

Petur kom við einari talvu, sum hann hevði gjørt frá nú og 300 ár aftur í tíðina, sum vísti, at toskastovninum tey seinastu 10 árini er tann minsti í 300 ár umleið 22-23.000 tons. So var tað tey fyrstu árini í 90inum, sum lá umleið 25.000 tons, í umleið 1810 var tað 50.000 tons og 1740 lá tað um 48.000 tons.

Tey bestu árini vóru 1945-48 sum var umleið  240.000 tons  og í 1830 og 40 var toskastovnurin umleið 250.000 tons, men í 1835 er hann niðri á 75.000 tonsum.

Sum talvan vísti, var meira fiskur fyrst í 90inum enn tey seinastu 10 árini. Hettar mótmælti fleiri av okkum, tí vit vita, av royndum, at tað var nógv minni av fiski at fáa fyrst í 90inum.

Talvan vísti eisini, at tað ongantíð hevði veri fiskaloysi, frá 1715 til 1990.

Sjálvandi mátti vit spyrja, hví tað so ofta var skriva um góð fiskiár og um hungursneyð og fiskaloysi, tey seinastu 400 árini?

Svari var, at reiðskapurin var so vánaligur tá.

Men tað kann ikki passa, tí tað er eisini ofta skrivað um góð fiskiár, og reiðskapurin var ikki blivin verri, men tá kom onki svar.

Spurningur 12. Hví tekur toskur steinar í magan viðhvørt?

Petur kom við einari góðari forkláring, Tá toskur er á sama dýpi, javnvigar hann við sjógvin. Men tá toskur skiftur dýpi, er tað fyri at uppvigað ímóti sundmaganum, at hann tekur steinar inn, fyri at koma lættari niður. Tá hann skal grynri, tekur hann steinar inn, fyri at mótvirka sundmagan, so at hann ikki flotnar ov harðliga.

Forkláringin hjá Petur prógvar eisini, at vitanin sum er gingin av munni til munn ímillum Føringar í nógv ár, og sum eg hoyrdi tá eg var 8 – 10 ár, at toskurin tekur steinar í magan, tá hann flytur djypri ella grynri.

So nú ivist eg onga løtu í, at fiskurin kom onkustaðni úr dýpinum.                 

Eg kom í tankar um eina grein sum eg skrivaði í juli 2015 um fyrsta skip sum kom í toskarok í 1994.

Eyðun Hansen

Admin • 23. Juli 2015

Tá Vesturfarið kom í toskarok í 1994
Øll vita av, at fiskaríði hevur verði vánaligt seinastu 10 árini. Nú sær betur út við toska fiskaríðnum og veiðitrýsti er so at siga onki. Meiningin við fiskidagaskipanini var frá byrjan av, at fiskidagatalið ikki skuldi broytast á hvørjum árið, men Havstovan royndi frá fyrsta árið at broyta skipanina.

Vesturfarið var keypt til Vestmannar í dec 1993. Eftir drúgva umvæling av motorinum, var fari, 15.04.1994, royndartúr N W úr Mýlingi. Teir vóru einasti trolbátur sum var úti tá, hinir lógu allir inni vegna fiskaloysi.

Vesturfarið fiskaðu í 1½ døgn 18,5 tons av góðum toski. Royggi á toskinum var myrkt. Tað var ringt at kryvja, av tí at nakað av smásteinum vóru í maganum á fiskinum. Eina viku seinni vóru ongir smásteinar í maganum. Tað er gomul vitan, at tá ið toskur hevur steinar í maganum, er hann komin úr dýpinum ella áðrenn hann fer av grunninum.

Vesturfarið var fyrsta skip, sum fekk tosk tá ið toskurin kom aftur í 1994. Aftaná fóru allir trolbátanir út og í rokfiskaríð. Síðani fingu eisini partrolarnir rokfiskaríð. Onkur sigur at tað var gott fiskarí N í geiranum dec.93, men tað vigraði illa. Eg kenni ov lítið til línu, men havi hoyrt at tað seinni bleiv gott fiskaríð hjá teimum. Hesi tvey seinastu eri eg farin at kanna meira.

Eg havi eisini tosa við ein kendan útróðrarmann, sum segði at í sep 93 settu teir 24 stampar á 5 stk, W, fyri tað vóru 18 hýsur á og nakrir smáfiskar. Teir landðu 44 pund, 1,9 pund uppá stamipin.Tað var ikki fyri agn.

Síðani var fari við snellu. Eg fái meira at vita frá honum

Havstovan manglar nógva vitan har, og hetta skuldi verði kanna nú av tí at toska fiskaríði er í stórari uppgongd nú. Hvar kom toskurin frá? Og hvar kemur hann frá nú?

Einasti møguleiki fyri at fáa javnt fiskaríð, er at tað er nógv føði altíð.

Fyrst í apríl 1994 var ongin trolbátur úti, vegna fiskaloysi

Eyðun Hansen
Vestmanna 23 07 2015

Eg rokni við, at nógv fólk minnast, at í 1994 mælti ICES til, at ongin toskur bleiv fiskaður á Føroya grunninum. Tí eftir kanningum hjá Havstovuni, var ongin fiskur á føroyagrunninum, tí alt var niðurfiska.

Seint í 1995 ella í 96 kom so Havstovan, við einari forkláring, at fiskurin var gýttur í 1992 og 93 men tað kann ikki passa, so hevði tað verði 1 og 2 ára gamal greipufiskur í 1994, men tað var tað ikki.

Um politikararnir høvdu lurta eftir fiskifrøðingunum og ICES tá, so høvdu vit møguliga sloppið, at fiska eitt líti sindur av toski, í fyrsta lagi í 1997

Hetta vísir eisini,  at so longi sum fiskifrøðingarnir siga, at toskurin ikki ferð av og kemur inn aftur á grunnarnar, vera teir ongantíð førir fyri, at gerða eina rætta stovns meting yvir fiskin á Føroya grunninum.

  Ár          dagar        ár            dagar
1997/98   6211        2007/08   4524    Tøl yvir brúktar fiskidagar hjá partrolarum
1998/99   5907        2008/09   4065         frá 1997 til 2017.
1999/00   6497        2009/10   4584         Talva yvir húkaveiðu er longur niðri,
2000/01   6065        2010/11   3883          kelda FVE   
2001/02   5643        2011/12   4758
2002/03   4688        2012/13   3952
2003/04   5018        2013/14   3915
2004/05   5070        2014/15   4414
2005/06   4380        2015/16   3787
2006/07   4186        2026/17   3882

Fiskifrøðingarnir koma altíð 3-4 ár aftaná fiskimannin og siga, at nú er fiskurin her. Tá  kunna tølini ikki brúkast til nakað, teir fáa ongantíð eina rætta stovnsmeting og vit kunnu ongantíð gagnnýta okkara fiskastovnar til fulnar við kvotum. Men við fiskidøgum er nógv lættari at síggja og stýra fiskarínum skilagott og burðardygt.

Havastovan tekur ikki støðu, um tað skulu verða fiskidagar ella kvotur, men tað er betur at halda skil á, við einari skipan fyri allan flotan siga teir.

Tað kom eisini fram á fundinum, at mátin sum fiskifrøðingarnir arbeiða uppá vilja teir altíð verða fleiri ár aftaná, at teir sum arbeið 24-7 á havinum síggja broytingarnar í natúrini.

Vit komu eisini inn á hví ongin toskur er á Føroya banka. Fiskifrøðingurin meinti tað var tí stovnurin var ov seint friðaður. Men tað samsvarar ikki við 2006/07 tá seinastu línuskipini vóru har, høvdu tey brúkiligt toska  fiskarí.

Í fjør søgdu fiskifrøðingarnir, at nógvur hýsi yngul var at til. Trolbátarnir fáa nógva fisk  nú, men tað mesta er 4-8 ár ára gomul hýsa, og tað mesta av toskinum teir fáa er 4-6 ár.

Hví hava fiskifrøðingarnir onki sagt enn um, hvar tann hýsan og  toskurin er komin frá?

At fiskifrøðingar ganga runt og villleiða politikararnir og skúlar, og bert fortelja, at ov nógv verður fiska, og ikki fortelja um fiskaloysi fyrr, stongdar leiðir, og hvussu nógvur fiskidagar, eru tiknir úr skipanini, er skaðiligt fyri baði land og fólk.

Eyðun Hansen
Vestmanna 25 10 2017

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo