Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

VP spyr

NAVN / NR.FO

Innlendis ítróttur

Ríðingarfelagið: Tað sá einki út hjá reiðfólkunum áðrenn vikuskiftið, vegna nógva avfallið í vikuni var Leynavatn so stórt, at tað ikki vóru líkindir at ríða kapp á sandinum. men sum leygardagurin leið, var greitt at vatnið var minkað so frægt, at tað var nóg mikið at útseta kappingina ein tíma.

Tá so komið var í gongd, gekk skjótt at avgreiða kappingina, fyrsta grein var Skeið 100 mtr. Hetta er stakgrein har rossini ríða eitt at gangin. Hesa kappingina vann afturkomna Gylling, ið hevur verið burtur nøkur ár vegna foling. Regin Johannesen eigur og ríður Gylling, tey gjørdu ikki mætari enn at sláa skeiðmetið við Leynavatn. Nýggja metið eitur 8,5 sek. Regin fekk tó harðan dyst frá stórabeiggjanum Bárði Johannesen sum á Syrpu hevði tíðina 9,3. Nummar trý gjørdist Ísar við Kristfríð D. Jacobsen á baki.

Sí myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann