Tjúgu minuttir áðrenn Dagur & Vika fór í luftina í kvøld, fekk Kringvarpið fútabann.
Harvið slapp Kringvarpið ikki at fortelja, hvat hendi á fundinum, sum var tann 11. november ímillum landsstýrið og umboð fyri kinesisku stjórnina.
Fundur varð umbiðin av kinesisku sendistovuni.
Á fundinum vóru kinesiski sendiharrin við embætisfólkum, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við ábyrgd av Føroya Tele.
Aðalstjórarnir og embætisfólk hjá løgmanni og fíggjarmálaráðharranum vóru eisini við á fundinum.
Hoyr Heina Gaard greiða frá her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo