Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Fólk gera sum oftast gjøldur burturúr yvirgangsatsøknini tann 11. september 2001. Eingin ivi skal kortini vera her um, at USA sum høvuđsaktørur stóđ aftanfyri illgerđina. Tó skal henda grein snúgva seg um fruktirnar iđ vuksu fram av hesi illgerđ.

Hendan yvirgangsatsøknin hevđi fylgjandi duldu ætlan og sum eydnađist til fulnar fyri USA, at beina burtur grundlógirnar í europeisku londunum og leggja alt europa inn undir sítt harradømi. ES er eitt barn av USA.

Bert umleiđ 2 mánađir eftir yvirgangsatsøknina tann 11. september 2001, lá tann danski terrorlógarpakkin (terrorpakke 1) klárur til at takast í brúk í Danmark. (Hetta syrgdu socialdemokratarnir fyri viđ Frank Jensen á odda). Tađ vísti seg tá, at hetta umsetingarverkiđ hjá teimum var fult av feilum av teirri orsøk, at tey skundađu sær so nógv fyri at Danmark skuldi verđa fyrsta landiđ í europa sum setti hetta misfostri av einum lógloysispakka í gildi. Eftirsíđani eru feilirnir rættađir, men tađ broytti so einki uppá lógloysisinnihaldiđ í terrorpakkanum.

Serkønir persónar sum hava kannađ hetta lógarverk siga, at eitt tílíkt lógarverk tekur fleiri ár at smíđa og seta saman, men hóast hetta, lá hesin lógloysis-lógarpakkin klárur til at takast í brúk sama dagin, sum yvirgangsatsøknin fór fram.

Bara hetta er ein avdúking í sær sjálvum, at USA sjálvt stóđ aftanfyri yvirgangsatsøknina ”with a little help from their friends!”

Síđani tá eru mong grundlógarbrot framd orsaka av hesum snilda listarsviki, og mannarættindini hjá borgarunum skumpađir til viks.

Stutta av tí langa er, at vegna hesar terrorpakkar, ber tíverri til at leypa bukk um allar grundlógir innan tey umráđi, sum USA hevur fult tamarhald á og eftirlit viđ. Men hetta broytir einki uppá tađ faktum, at grundlógarbrotini eru framd og tískil eisini ”Ríkisbrotsverkini/Statsforbrydelserne.”

Stutt sagt eru fylgjurnar av hesum svikaligu terrorpakkunum hesi:

A). Rættartrygdin er burturbeind.

B). Grundlógin er skúgvađ til viks/tikin av bóli/bast/avlívađ.

C). Demokratiiđ avlívađ/fingiđ mønustingin.

D). Føroyar hava ongantíđ havt nakađ demokrati. (Ikki ein avleiđing av terrorpakkunum).

Viđmerking: ”Hetta kallast vanliga fyri eitt lógleyst samfelag/ein lógleysur ríkisfelagsskapur!”

Nakađ annađ sum ein hevur lagt til merkis síđani terrorpakkarnir komu inn á banan, so er tađ ikki longur nakađ sum eitur, at eitt lógaruppskot skal fyrileggjast einum ađalráđi e.l. til umrøđu. Nei, nú verđur einans tikiđ støđu til, at um politiiđ metir at tann og tann lógin er munagóđ, so seta vit lógina í gildi. Um hon samsvarar viđ grundlógina ella ei, er uttan týdning.

Kraviđ í lógarpakkanum um, at fjarskiftadáturvirksemi (televirksomheder) skulu hava eftirlit við sms, e-mail og telefonsamrøđum hjá danskarunum og hvørs eftirlit skal eitast at hjálpa politiinum í orrustini ímóti yvirgangsatsøknum (terror), endar kortini í mongum førum viđ at verđa brúkt til heilt onnur endamál, tvs. misbrúkt.

Tađ er eyđsæđ, at danska stjórnin, fyri ikki at tala um tær flestu vesturlendsku stjórnirnar, helst allar, meta demokratisku rættindini hjá borgarunum sum eina forđing fyri orrustini ímóti yvirgangsatsøknum, heldur enn at síggja tey demokratisku rættindini sum ein reiđskapur til at fyribyrgja møguligum yvirgangsatsøknum. Terrorpakkarnir 1 og 2 sum danska stjórnin hevur lagt fram og góđtikiđ fyri árum síđani, er í fleiri førum eitt beinleiđis álop á rættarsamfelagsins grundvøll.

Eitt satt rættarsamfelagsins eyđkenni er, at tađ er útbygt viđ einum eftirliti av valdsnýtslu myndugleikans. Men danska stjórnin og ES-londini annars hava koppađ øllum tílíkum á høvdiđ og hava handlađ beint øvut hesum viđvíkjandi.

À fýra sera týdningarmiklum málum, tekur danska stjórnin burtur eftirlitsvaldiđ hjá dómstólunum ella í øllum førum avmergjar dómstólanna eftirlitsvald óvanliga nógv.

A). Politiiđ fær møguleika fyri at avlurta persónar sum møguliga kunnu metast at hava okkurt óviđkomandi samband viđ persónar iđ eru undir illgruna. (Uttan dómaraúrskurð/rættarúrskurð - dommerkendelse).

B). Flogfeløg kunnu áleggjast at útflýggja ferđaupplýsingar um allar ríkisins borgarar til PET. (Uttan dómaraúrskurð/rættarúrskurð - dommerkendelse).

C).  Fjarskiftadáturvirksemi (televirksomheder) kunnu áleggjast at útflýggja allar upplýsingar um sínar kundar til PET ((Uttan dómaraúrskurð/rættarúrskurð - dommerkendelse).

D). Danska Verju-Fregnartænastan - Forsvarets Efterretningstjeneste (FE), fær fyri fyrstu ferđ í søguni loyvi og rættin til at avlurta danskar statsborgarar. (Uttan dómaraúrskurð/rættarúrskurð - dommerkendelse).

Til tey áhugađu kann vísast til, hvat danska grundlógin hevur at siga í § 72. ”Boligen er ukrænkelig. Husundersøgelser, beslaglæggelse og undersøgelse af breve og andre papirer samt brud på post-, telegraf- og telefonhemmeligheden må, hvor ingen lov hjemler en særegen undtaglse, alene ske efter en retskendelse (dommerkendelse).”

Fyrr kallađis tílíkt fyri ”Ríkisbrotsverk/Statsforbrydelse”. Og hví verđur tikiđ soleiđis til? Jú, tí at har finst ein reglugerđ/lógaráseting um hvussu framferđarhátturin skal vera, tá ein grundlógarbroyting skal fremjast, og ljóđar hon soleiđis á donskum:

Stutta útgávan: ”En ændring af grundloven kræver, at Folketinget først vedtager forslaget til den nye grundlov. Så skal der udskrives valg til Folketinget. Efter valget skal det nye folketing også vedtage grundlovsforslaget, som ikke må være ændret i forhold til det oprindelige forslag. Til sidst skal der afholdes en folkeafstemning.”

Longra útgávan: § 88
”Vedtager Folketinget et forslag til en ny grundlovsbestemmelse, og regeringen vil fremme sagen, udskrives nyvalg til Folketinget. Vedtages forslaget i uændret skikkelse af det efter valget følgende Folketing, bliver det inden et halvt år efter den endelige vedtagelse at forelægge folketingsvælgerne til godkendelse eller forkastelse ved direkte afstemning. De nærmere regler for denne afstemning fastsættes ved lov. Har et flertal af de i afstemningen deltagende og mindst 40 procent af samtlige stemmeberettigede afgivet deres stemme for Folketingets beslutning, og stadfæstes denne af kongen, er den grundlov.”

Kommentar:
”Her står reglerne for, hvordan man ændrer grundloven. Grundloven er den lov, som det er sværest at ændre. Der er en omfattende procedure, som skal overholdes. Først skal Folketinget vedtage grundlovsændringen. Dernæst kan regeringen udskrive valg, hvis den vil ‘fremme sagen’.

Efter valget skal Folketinget igen vedtage grundlovsændringen. Og forslaget skal formuleres præcis ligesom før.

Endelig skal grundlovsændringen sendes ud til folkeafstemning. Her gælder nogle ganske særlige regler, som betyder, at det kan være svært i praksis at komme igennem med en ændring. Det er nemlig ikke nok, at der er et flertal for grundlovsændringen. Flertallet skal udgøre mindst 40 procent af alle de borgere, som er berettigede til at stemme. Det betyder faktisk, at alle stemmeberettigede tæller med, også selv om de ikke stemmer eller stemmer blankt. Hvis mange bliver hjemme på sofaen i stedet for at stemme, kan det blive svært at få vedtaget en grundlovsændring. Folkeafstemningen skal finde sted senest et halvt år efter, at grundlovsforslaget er blevet vedtaget af Folketinget. Hvis et flertal og mindst 40 procent af de stemmeberettigede stemmer for grundlovsændringen, gælder den, når dronningen har skrevet under.”

Niđurstøđa: ”Einki av hesum er hent síđani 11. september 2001, og tí er innføringin av terrorpakkunum ólóglig.” Og Ríkisfelagsskapurin verđur tessvegna stýrdur undir eftirliti av einum kriminellum brotsmannaliđi. Vei teimum sum taka undir viđ slíkum!

Keldulink: https://youtu.be/2-xEhs_8U4g

Símun A. Klein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo