Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Viðvíkjandi Sund, so liggur sera ljótt og illa frágingið grótbrot beint við síðina av landsvegnum beint vestanvert Sundsverkið (Mynd 1)

Nógv hevur í seinastuni verið tosað um, hvussu best slepst av við grót-tilfar frá Eysturoyartunlinum, nú boringin byrjar av álvara. Ikki hevur verið so nógv at hoyrt, um hvat skal henda við tilfari Eysturoyarmegin, men meira tað at ætlanin er at oyðileggja fjøruna eystanvert havnina Sundsmegin.

Tað eru tó aðrir møgulleikar at sleppa av við tað sprongda tilfarið, sum enn ikki eru troyttir tykir mær.

Her verður hugsað um tey nógvu grótbrotini, sum eins og greflig sár á náttúruna eru spjadd um okkara vakra land.

Hevði tað ikki verið ein møgulleiki, í tann mun tað letur seg gera væl at merkja, at fylt tilfar frá Eysturoyartunlinum í nøkur av hesum grótbrotunum?

Viðvíkjandi Sund, so liggur sera ljótt og illa frágingið grótbrot beint við síðina av landsvegnum beint vestanvert Sundsverkið (Mynd 1). Har er rúm fyri stórari mongd av tilfari. Nógv tilfar skal eisini brúkast sum fylla í samband við ætlaðari havnaútbygging í Tórshavn.

Hevði tað ikki verið møguligt at goymt tilfar frá Eysturoyartunlinum í fyrsta umfari fyri síðan at brúkt tað sum fyllu í samband við hesa útbygging?

Har kundu pengar verið at spart hjá Tórshavnar kommunu samstundis sum náttúran verður spard bæði á Sundi og á Glyvursnesi.

Viðvíkjandi vestara armi á Skalafjørðinum, Strendur, so liggur eitt gróbrot við “Trøllasker” beint vestanvert sunnasta part av hesari bygd (mynd 2) og eitt annað liggur longur inni móti Skálabotni við “Hvítu Steinar” (mynd 3). Burdi verið upplagt at fylt avlopsgrót í hesi.

Viðvíkjandi eystara armi av Skálafjørðinum, so er sera stórt grótbrot við “Hústoft” í Lamba (mynd 4) har eisini nógv avlops tilfar frá Eysturoyartunlinum rúmast.

Um grót frá Eysturoyartunlinum varð fylt í hesi grótbrot og mold frá øðrum útgrevstrum í teirra grannaløgum síðan var tyrvd omanyvir, so kundu hesi sár á Føroya náttúru loksins verið lekt.

Ein upplagdur møgulleiki hevði síðan verið at stika av og planta runnar og trø omanyvir fyri at binda moldina og soleiðis fora fyri “erosión” í framtíðini.

Soleiðis kundu hesi áður so misháttu økir komið at framstaði sum smáar viðalundir og náttúruperlur fuglalívi og fólki annars at frama.

Jógvan Hansen

Viðvíkjandi vestara armi á Skalafjørðinum, Strendir, so liggur eitt gróbrot við “Trøllasker” beint vestanvert sunnasta part av hesarti bygd. (Mynd 2)

Og eitt annað liggur longur inni móti Skálabotni við “Hvítu Steinar”. (Mynd 3)

Viðvíkjandi eystara armi av Skálafjørðinum, so er sera stórt grótbrot við “Hústoft” í Lamba. (Mynd 4)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo