Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Fýra persónar doyðu í skjóting inni á barr í Kansas City í USA, sambært NBC.

Fimm aðrir persónar eru eisini skotnir, men ikki deyðir. Løgreglan veit ikki, hvør gerningsmaðurin er.

NRK skrivar at løgreglan fekk fráboðanina um skjótingina á barrini Tequila KC klokkan 1.27 lokala tíð, sigur talspersónur við CNN. Tá ið løgreglan kom fram fann hon fýra persónar deyðar inni á barrini. Fimm aðrir persónar vóru sendir á sjúkrahús, og støðan hjá teimum er stabil, sigur talspersónurin.

Barrin liggur mitt inni í býnum, við 10th Street og Central Avenue.

Roynt verður nú at kanna vakmyndatól og soleiðis at finna gerningsmannin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo