Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Skúli

Skúlablaðið: Hoyvíkar skúli skal hava nýggjan stjóra. Birgit Arge, sum hevur verið stjóri har síðan 2003, fer frá 1. apríl fyri aldur; hon avspákar í mars og frároknar páskafrítíð, so seinasti arbeiðsdagur er sjálvan 29. februar.

Birgit Arge byrjaði at arbeiða í Hoyvíkar skúla langt áðrenn hon gjørdist stjóri, nevniliga í 1982 sum læraravikarur.

Í Hoyvíkar Skúla eru 347  næmingar í  1. - 9. flokki, og 31 lærarar í føstum starvi.  Starvið verður sett frá 1. mars 2016, skrivar Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo