Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
Útlendis ítróttur

Í morgin kl. 11 føroyska tíð verður lutakastið til Champions League fjórðingsfinalurnar avgreitt.

Fyri fyrstu ferð síðan 2009 eru fýra ensk lið ímillum átta tey síðstu liðini í kappingini.

Í 2009 vóru Manchester United, Arsenal, Chelsea og Liverpool við í fjórðingsfinalunum, og vóru hesi somu fýra liðini eisini við í fjórðingsfinalunum í 2008.

Men eftir 2009 steðgaði eitt sindur upp hjá teimum ensku liðunum (tó at United og Chelsea komu í finalurnar í kappingini í ávíkavist 2011 og 2012), og í 2014/2015 rakti Ongland botnin í evropeiskum høpi, tá einki av teimum ensku liðunum kom í fjórðingsfinaluna.

Men hesi seinnu árini hava fleiri av toppliðunum í Onglandi sett ógvuliga góðar venjarar, sum til dømis Jürgen Klopp, Pep Guardiola og Mauricio Pochettino. Harumframt hava tey keypt ógvuliga væl inn, og er støðið í Premier League hækkað munandi í mun til tíðarskeiðið 2010-16.

Og í ár eru tað so Manchester City, Liverpool, Tottenham Hotspur og Manchester United, sum eru við í Champions League fjórðingsfinalunum - saman við FC Barcelona, Juventus, FC Porto og Ajax Amsterdam.

Lutakastið til Champions League hálvfinalurnar verður eisini avgreitt í morgin.

Fyrstu dystirnir í Champions League fjórðingsfinalunum standa á skránni tann 9/10 apríl, meðan returdystirnir verða leiktir eina viku seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo