Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Fyribils er ongin sigling til Nólsoyar í dag.

Ein eftirmeting skal gerast av hendingunum sum fóru fram í gjár, sigur stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Hilmar Eliasen, við Útvarpið. Siglingin verður ikki tikin uppaftur fyrr enn vissa fæst fyri, at tað er trygt at sigla til Nólsoyar, sigur stjórin.

Ónøgdir nólsoyingar skipaðu fyri mótmælistiltaki tá Ternan í gjár kom til Nólsoyar. Tey bundu skipið, so tað ikki slapp avstað aftur, og tað elvdi til tvístøður ímillum fólk umborð. Politiið var eisini á staðnum. Mótmælistiltakið vardi í fleiri tímar og ferðaætlanin restina av kvøldinum varð órógvað.

Ternan skal sigla ímillum Gomlurætt og Skopun fyri Teistan sum skal á beding. Ímeðan skal Jósup røkja Nóloyarleiðina, men tað vilja Nólsoyingar so ikki finna seg í.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo