
Um meirlutin í vinnunevndini leggur fram álit í løgtingsmáli nr 5/2017 við teirri broyting, at í § 7b stk 1 og 4 verður 2018 broytt til 2019.
Og í §7 c, stk 2 broytt ”Hava gildið 1 ár” og ”1. januar 2019, hava gildið í 1 ár".
Og hetta uppskot fær færri nei atkvøður enn ja atkvøður í Løgtinginum, og hetta verður einasta broyting, gjørd verður, í lógini um ”Vinnuligan fiskiskap frá 10/3 1994” áðrenn 31/12 2017.
Ætlar tú, Høgni Hoydal, so at forða fyri, at føroysk fiskiskip, sleppa at loysa, eftir 1. jan. 2018.
Ja ella nei.
Um ja, hvussu ætlar tú, at gera tað?
Absalon í Buð
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo