Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Tá uppskotið um kunngerð, um uppboðssølu, var til viðgerðar í fiskivinnuráðnum, hevði ráðið fleiri viðmerkingar.

Mælt var frá, at selja á afturlatnari  uppboðssølu.

Fiskimálaráðið broytti tað til 50% seld á opnari, og 50% á afturlatnari.

Spurningur: Hví kann ikki alt seljast á opnari uppboðssølu ???

Mælt var til, at um ikki var møguligt - vegna tíðarneyð - at fiska fiskin keyptur var áðrenn 31/12 2017, skuldi møguleiki verða at flyta kvotu yvir til 2018, og gjalda, tá fiskað var.

Hesum hevur fiskimálaráðið ikki gingið á møti.

Tí kann henda, at gjaldast skal fyri veiðu, sum ikki var møguligt at veiða í 2017.

Spurningur: Hví er ikki møguligt, at flyta ófiskaða kvotu yvir um árskiftið??? 

Á opnari uppboðssølu, setur landsstýrismaðurin á minstaprís. Sbr.§8 stk 2, verður minstaprísurin almannakunngjørdur, tá sølan fer í gongd.

Fiskivinnuráðið mælti til, at somu reglur skuldu galda fyri afturlatna uppboðssølu.

Men sbr. lýstu kunngerð § 11 stk 4, verður minstaprísurin ikki almannakunngjørdur, fyrrenn eftir at boðini eru latin inn.

Spurningur: Hví kunnu teir, ið bjóða, ikki fáa at vita minstaprísin, áðrenn boðini fara í konvuluttin??

Hvat um øll innlatnu boðini, eru lægri enn minstaprísurin??

Absalon í Buð, limur í fiskivinnuráðnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo