Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Sbr §49 stk.1. í lóg um fyrisiting av Sjófeingi, skal øll veiða hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi landast um føroyskan bryggjukant.

Sbr. stk 2. kann landsstýrismaðurin, í serligum førum – gera undantøk T Á T A L A N ER U M ”F O R C E  M A J E U R E” L Í K N A N D I S T Ø Ð U R.

Undantøk vóru gjørd fyri frystlínuskipini, íð fiskaðu á Flemish Cap í vár.

Spurn 1. Hvørji ”force majeure” støður vóru, íð gjørdu, at landsstýrismaðurin kundi gera undantøk, og loyva landing? (Var tað fráleikin frá heimlandinum? Ella hvat var grundin?)

Frystilínuskipið Kambur kemur inn á Havnafjørðin í Íslandi, og biður um at koma undir somu ”force majeure” reglu, íð var galdandi í New Foundlandi.

Bums nei.

Spurn 2. Hvør munur er at geva ”force majeure” undantak í New Foundlandi ella Íslandi? (Er tað tí, í øðrum staðið eru 1000 – 1200 fj til hús, men í hinum bert 5-600 fj?)

Spurn  3. Hvør avgerð, hvar ”force majeure” markið skal setast? (Er tað 700 -  900 – ella 1100 fj. Frá heimlandinum)

Í broytingar uppskotinum F.M.R. fer at leggja fyri Løgtingið, skal ”force majeure” reglan takast úr § 49.  og ”landsstýrimaðurin kann” setast í staðin.

Spurn 4. Hvør setur? Og hvar verður hetta ”kann mark” sett?

Absalon í Buð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo