Frægari er hálvt ja og úrslitið heilt - enn heilt ja og úrslitið hálvt
- V. Poulsen

VP spyr

NAVN / NR.FO

Politikkur

Nú Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavn hevur ætlanir um at broyta avtaluna millum kommununa og landið um innkomuvegin til Havnar, hevur undirritaði sett landsstýrismanninum, Henrik Old, , fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini um, hvørja ætlanir landsstýrismaðurin hevur v.v. innkomuvegnum, nú ferð reiðiliga tykist vera komin á arbeiði við Eysturoyartunnlinum.

Undirritaði spyr landsstýrismannin, um hann ætlar at ganga ætlanum hjá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu á møti um at gera ein tunnil allan vegin úr Hvítanesi  til Krákugjógv heldur enn veg, og um so er, hvussu tað fer at ávirka spjaðingina av ferðsluni inn í Havnina; og um innkomuvegurin verður liðugur, sum ætlað, tá Eysturoyartunnilin væntandi verður tikin í nýtslu.

Í oktober 2016 gjørdu táverandi borgarstjóri í Tórshavn og landsstýrismaðurin í samferðslumálum eina avtalu um innkomuvegin til Havnar. Við hesi avtalu var komið á mál við einum áralongum stríði um, hvussu vegurin skuldi leggjast, serliga hvussu nógvum íbidingum tørvur er á, og hvussu hesar skulu liggja fyri at gera ferðsluna til Havnar og úr Havnini so smidliga, og við so natúrligari spjaðing sum gjørligt, so sleppast kann undan longu bilrøðunum hvønn morgun og seinnapart.
Innkomuvegurin, ið avtala er gjørd um, byrjar við Skarðshjalla og gongur umvegis nýggja rundkoyring við Hvítanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin norður um Havnina og til Oyggjarvegin.

Partarnir hava avtalað, hvørjum vegastrekkjum, íbindingum og flættingum, ið ávikavist landið og kommunan varða av, og grót frá undirsjóvartunlinum fer í størst møguligan mun at verða nýtt til vegagerðirnar.

Norðan fyri innkomuvegin fer kommunan at leggja ein veg við tilfari frá undirsjóvartunlinum, og skal hesin vegurin hava samband við landsvegin.

Ávikavist Flatarvegurin og Sundsvegurin verða lagdir undir tær báðar brýrnar, ið eru gjørdar til endamálið. Kommunan ger vegirnar, og landið ger íbindingina ella flættingina til landsvegin.

Tá ið ferðslutrýstið ger tað neyðugt, verður ein tunnil gjørdur á strekkinum frá Villingardalsvegnum og vestur eftir til Oyggjarvegin.

Landið og Tórshavnar kommuna fíggja tunnilin helvt um helvt, og tunnilin verður landsvegur.

Samlaða verkætlanin, ið avtalan snýr seg um, skal vera liðugt framd, tá ið Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu.

Í skrivi til kommununa 26. oktober 2016 sigur landstýrismaðurin, at Landsverk framhaldandi arbeiðir við at fyrireika verkætlanina, og at farið verður undir sjálvt byggiarbeiðið við innkomuvegnum í 2017.

Neyðug fígging, umleið 27,0 mió kr., verða tøkar til ætlaðu vegagerðina í 2017, og er tað nøktandi.

Landsstýrismaðurin arbeiðir fyri at fáa írestandi játtan til vega í 2018, 2019 og 2020, soleiðis at Innkomuvegurin er liðugur, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu.

Í miðlunum leggur Annika Olsen, borgarstjórin í Tórshavn, sum als ikki er viðgjørt ella samtykt av Tórshavnar býráð,  nú eina heilt aðra ætlan fram, har hon mælir til heldur at gera tunnil líka av Hvítanesi til Krákugjógv.

Landið og kommunan hava í áravís samráðst um eina loysn fyri innkomuvegin, har størsta avbjóðingin hevur verið at fáa tær frákoyringar, sum eru neyðugar fyri at gera ferðsluna inn í býin so smidliga sum til ber. At sleppa avtaluni, sum nú er gjørd, fer sannlíkt at hava við sær, at tað aftur ganga nógv ár at fáa nýggja semju.

Eg dugi illa at síggja, hvussu ein loysn sum hendan, ið Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavn nú skýtur upp, fer at bøta nevnivert um ferðslutrýstið til Havnar og úr Havnini, tí møguleikin at hava fleiri íbindingar at spjaða ferðsluna natúrliga, og harvið sleppa undan longu bíðirøðinum, verður bæði tekniskt trupul og væl dýrari.

Tí havi eg valt at seta landsstýrismanninum í samferðslumálum fyrispurning um, hvørjar ætlanirnar hjá landinum nú eru.

Fyrispurningur settur landsstýrismanninum í samferðslumálum Henrik Old, viðvíkjandi innkomuvegnum til Havnar.

- Hvørja ætlanir hevur landsstýrismaðurin v.v. innkomuvegnum til Havnar, nú ferð reiðiliga tykist vera komin á arbeiði við Eysturoyartunnlinum?

- Ætlar landsstýrismaðurin at ganga ætlanum hjá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu á møti, sum als ikki er viðgjørt ella samtykt av Tórshavnar býráð, um at gera ein tunnil allan vegin úr Hvítanesi  til Krákugjógv heldur enn veg; og um so er, hvussu fer tað at ávirka spjaðingina av ferðsluni inn í Havnina.

- Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um innkomuvegurin verður liðugur sum ætlað, tá Eysturoyartunnilin væntandi verður tikin í nýtslu?

Viðmerkingar:
Í oktober 2016 gjørdu táverandi borgarstjóri í Tórshavn og landsstýrismaðurin í samferðslumálum eina avtalu um innkomuvegin til Havnar. Við hesi avtalu var komið á mál við einum áralongum stríði um, hvussu vegurin skuldi leggjast, serliga hvussu nógvum íbidingum tørvur er á, og hvussu hesar skulu liggja fyri at gera ferðsluna til Havnar og úr Havnini so smidliga, og við so natúrligari spjaðing sum gjørligt, so sleppast kann undan longu bilrøðunum hvønn morgun og seinnapart.

Innkomuvegurin, ið avtala er gjørd um, byrjar við Skarðshjalla og gongur umvegis nýggja rundkoyring við Hvítanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin norður um Havnina og til Oyggjarvegin.

Partarnir hava avtalað, hvørjum vegastrekkjum, íbindingum og flættingum, ið ávikavist landið og kommunan varða av, og grót frá undirsjóvartunlinum fer í størst møguligan mun at verða nýtt til vegagerðirnar.

Norðan fyri innkomuvegin fer kommunan at leggja ein veg við tilfari frá undirsjóvartunlinum, og skal hesin vegurin hava samband við landsvegin.

Ávikavist Flatarvegurin og Sundsvegurin verða lagdir undir tær báðar brýrnar, ið eru gjørdar til endamálið. Kommunan ger vegirnar, og landið ger íbindingina ella flættingina til landsvegin.

Landið ger eisini allar aðrar neyðugar íbindingar ella flættingar í landsveg.

Tá ið ferðslutrýstið ger tað neyðugt, verður ein tunnil gjørdur á strekkinum frá Villingardalsvegnum og vestur eftir til Oyggjarvegin.

Landið og Tórshavnar kommuna fíggja tunnilin helvt um helvt, og tunnilin verður landsvegur.

Samlaða verkætlanin, ið avtalan snýr seg um, skal vera liðugt framd, tá ið Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu.

Í skrivi til kommununa 26. Oktober 2016 sigur landstýrismaðurin, at Landsverk framhaldandi arbeiðir við at fyrireika verkætlanina, og at farið verður undir sjálvt byggiarbeiðið við innkomuvegnum í 2017.

Neyðug fígging, umleið 27,0 mió kr., verða tøkar til ætlaðu vegagerðina í 2017, og er tað nøktandi.
Landsstýrismaðurin arbeiðir fyri at fáa írestandi játtan til vega í 2018, 2019 og 2020, soleiðis at Innkomuvegurin er liðugur, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu.

Í miðlunum leggur Annika Olsen, borgarstjórin í Tórshavn, nú eina heilt aðra ætlan fram, har hon mælir til heldur at gera tunnil líka av Hvítanesi til Krákugjógv.

Eru tingingar millum land og kommununa um hetta, og um so er, hvør er so tíðarkarmurin í mun til tíðarkarmin fyri Eysturoyartunnilin?

Eg dugi illa at síggja, hvussu ein loysn sum hendan, ið Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavn skýtur upp, fer at bøta nevnivert um ferðslutrýstið til Havnar og úr Havnini, tí møguleikin at hava fleiri íbindingar at spjaða ferðsluna natúrliga, og harvið sleppa undan longu bíðirøðinum, verður bæði tekniskt trupul og væl dýrari.

Tórshavn hin 21. apríl 2017
Heðin Mortensen
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann