Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Tónleikur

Mynd: Petur Takamasa Asano

Dreingjakórið undir Brúnni, stovnað í 1999, fer at halda sín 20 ára dag við konsert 16. desember í Finsen.

Í tí sambandi sóknast kórið eftir fyrrverandi dreingjakórsangarum til at syngja tenor og bass aftan fyri dreingirnar við teimum ljósu røddunum.

Fyriskipararnir skriva soleiðis í einari almennari áheitan: "Hevur tú sungið við í Dreingkórinum undir Brúnni? Og hevur tú hug at vera við sum tenorur ella bassur til konsertina í desember? Um ja, so verður tú biðin um fyrst at skriva til napsmith@meyl.fo og síðan at møta upp í Býlingshúsinum undir Brúnni (kjallari) mánadagin 18. november kl. 17-18:15. Ljóðfílar og tekstir til 4 sangir verða sendir til teirra, sum melda seg til."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo