Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Vinna

Tað eru fyrrverandi forstjórin við føroyskum rótum, Graham Stewart, fyrrverandi framleiðslustjórin, Helge Hammer og fyrrverandi fíggjarstjórin í Faroe Petroleum, Jon Cooper, sum nú aftur hava stungið høvdini saman.

Faroe Petroleum varð eftir 16 ár í vinnu "svølgt" av norska kappingarneytanum DNO, sum útvegaði sær meirilutan av partabrøvunum, og síðani yvirtók felagið ímóti viljanum hjá leiðsluni og høvuðspartaeigarunum.

Men teir tríggir hava "unfinished business" sum Graham Stewart sigur við Financial Times. Ætlanin er at keypa seg inn í verandi loyvi í norskum og bretskum øki. Og ætlanin er í fyrsta umfari at leggja seg eftir at keypa seg inn í loyvi sum longu framleiða olju ella gas, fyri soleiðis at fáa lut í einum peningastreymi.

Felagið skal skrásetast á virðisbrævamarknaði í London, hóast feløg av hesum slagi leingi hava verið í andróðri hjá íleggjarum.

Men teir tríggir siga, at fleiri fyrrverandi íleggjarar í Faroe Petroleum hava sagt seg vera sinnaðar at seta pengar í nýggja fealgið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo