Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Í gjár var fyrsta BátaBólið í Føroyum alment tikið í nýtslu. Tað var á almennum hátíðarhaldi Niðri á Møl í Froðba, har fitt av fólki var komið saman í góðveðrinum at síggja – og royna, um hugur var til tess – BátaBólið.

Møguleiki var sjálvandi eisini fyri at heilsa uppá Elin Mariu Nolsøe, Sissal Christinu Fosaa og Eirik Sanderson, sum eru fólkini handan verkætlanina Neysting, skrivar Suðuroyarportalurin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo