Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Krutl

Í dag fer fyrsta elflogfarið í Noregi nakrantíð á veingirnar. Tað hendir í altjóða floghavnini í Oslo, Gardermoen, skrivar NTB.

Almenna fyritøkan Avinor sum rekur 45 floghavnir í Noregi hevur eina visión um at áðrenn 2040 skulu allar innanríkisrutur í Noregi vera við elflogførum, og við stýripinnin í el-flogfarinum situr í dag stjórin í Avinor, Dag Falk-Pettersen og í hinum stólinum situr norski flutningsmálaráðharrin, Ketil Solvik-Olsen.

Flogfarið er av slagnum Alpha Electro G2 og er framleitt í Slovenia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo