Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

28. august var nýggi kirkjugarðurin í Hoyvík vígdur. Í góðveðrinum í gjár 3. september var fyrsta jarðarferðin í nýggja kirkjugarðinum.

Tað var fyrverandi handilsmaðurin Rógvi Poulsen í Hoyvík, sum var jarðaður.

Rógvi var føddur 17. september 1952. Rógvi andaðist 30. august 2019.

Rógvi byrjaði í handilslæru hjá Thomas Dam í 1969. Í 1975 byrjaði Rógvi sum sjálvstøðugur handilsmaður. Í 1978 yvirtók Rógvi ídróttabúðina Hoydalsvegur 2. frá Viggo í Stórustovu. Rógvi seldi ídrottaklæðir og -skógvar í mong ár.

Rógvi var giftur við Dorit Kruse, tey eiga børnini Guri og Rógva.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo