Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Vinna

Fiskamarknaðurin: Fyrsta “opna” uppboðssølan av fiskirættindum verður týsdagin 22. august 2017.

Rættindini, ið seld verða, fevna um hesi fiskasløg og nøgd:

• Makrelur: 5.447 tons
• Botnfiskur: 1.106 tons (Russiski parturin í Barentshavinum)

Ávís feløg og persónar, ið ætla at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skulu lata Vørn hóskandi skjalprógv í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn. Talan er um eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum ella føroyskt partafelag ella smápartafelag, ið skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo