Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Útlendis ítróttur

Altjóða súkklusambandi (UCI) váttar í dag, at funnin er ein motorur í súkkluni hjá einum av súkklarunum við HM í Belgia.

- Tað er einki loyndarmál, at funnin er ein motorur, sigur UCI-forsetin Brian Cookson við cyclingnews.com.

- Vit halda at talan er um tøkniliga doping, sigur hann.

Í gjár kom fram, at UCI hevði funnið ein motor í súkkluni hjá belgiska súkklaranum Femke van den Driessche.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo