Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Vinna

Havstovan: Í gjár fór Magnus Heinason á ársins fyrsta túr eftir kanningarætlanini fyri 2019, sum telur 22 túrar íalt.

Fyrsti túrurin er, sum vant, ein hydrografiskur rannsóknartúrur, har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða mátað. Endamálið við hesum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er partur av teimum regluligu kanningunum eftir 6 standardskurðum, sum ganga út frá Landgrunninum.

Yvirlit yvir allar túrarnar í 2019 sæst her. Eftir hvønn túr verður ein túrfrágreiðing skrivað og løgd á heimasíðuna. Hon er tá at finna í aftasta teigi í yvirlitinum.

Á heimasíðuni ber eisini til at síggja, hvar ið Magnus Heinason er staddur júst nú. Hetta kann gerast við at trýsta á ikonið “Her er Magnus Heinason nú” á forsíðuni ella við at trýsta her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo