Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Tekstlýsingar

Starvið sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla verður lýst leyst til setanar frá 7. mai 2019 ella so skjótt sum til ber.

Í Kaldbaks skúla eru 23 næmingar í 1. - 7. flokki, og tríggir lærarar starvast í skúlanum umframt reingerðarfólk og húsavørður.

Um starvið
Fyrstilærarin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.

Høvuðsuppgávurnar eru:
• at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
• at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning
• at virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólki skúlans
• at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd
• at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt.
• At umsita fíggjar-, rakstar- og málsstýring skúlans

Samstarvsskipan í Tórshavnar kommunu
Fyrstlærarin virkar í tøttum samstarvi við mentamáladeildina og trivnaðarfyrisitingina, umframt við aðrar deildir í kommununi eftir tørvi.

Skipað samstarv er millum skúlaleiðararnar, har dentur er lagdur á, at skúlaleiðararnir í felag virka fyri at menna skúlaskapin í kommununi og samstarvið við avvarðandi partar.

Førleikakrøv
• Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum
• Leiðsluroyndir og skeið innan leiðslu eru ein fyrimunur
• Dugir at orða seg á góðum føroyskum máli og kann undirvísa í støddfrøið
• Hevur áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Kaldbaks skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum, sum eisini fata um møguligar bygnaðarbroytingar. Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at leggja smáu fólkaskúlarnar saman við størri skúla, og samstundis varðveita skúlan og undirvísingina á staðnum.

Starvið er flokkað í lønarflokkunum 31.2 og 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og viðmælum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 24. apríl 2019.

Umsóknin verður stílað til:

Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: mmr@mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Spurningar um skúlaviðurskifti í Tórshavnar kommunu kunnu setast Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðara, tlf. 213923.

Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo