Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vágatíðindi

Vága Floghavn skrivaði søgu seinnapartin í dag, tá ið vinnuráðharrin Poul Michelsen, var á vitjan hjá svigersoninum Jákupi Sverra Kass, sum er stjóri í Vága Floghavn.

Hetta er ikki hent áður í søguni hjá Vága Floghavn, og neyvan heldur í Føroyum í heila tikið, at ein ráðharri vitjar svigersonin.

Poul Michelsen var á rundferð í Vágum í dag og vitjaði millum annað eisini alifyritøkuna Luna, umframt Sjóvinnustýrið og Atlantic Airways.

Poul Michelsen hevur eisini verið borgarstjóri í Havn í mong ár, og tókst tá íðin við, saman við Hans Mortensen, vinnulívsmanni, at fáa flogvøll á Glyvursnesi.

Men tann flogvøllurin er sum vitiligt er, ikki komin enn, men ístaðin er svigersonur Poul Michelsen vorðin stjóri í Vága Floghavn, og sonur Hans Mortensen, Niels Motensen, vorðin nevndarformaður í Atlantic Airways.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo