Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen
Vinna

Miðstovugarðurin í Trøðum á Sandi veltur umframt epli eisini røtur og gularøtur, og eftirspurningurin eftir tí føroyska er stórur, frætta vit av Sandi.

Á myndini eru Jóannes Johannesen, bóndi, og Lukas Gudrunarson, við gularótum av garðinum sum júst eru upptiknar. Epli, gularøtur og annað grønmeti sum veksur í sandmold er tiltikið fyri tann góða smakkin.

Á miðstovugarðinum velta tey eini 10 - 15 tons av eplum hvørt ár og eisini nakað væl av gularótum og rótum, sum tey selja til onki er eftir.

Vanliga røkkur tað nakað inn í nýggja árið, greiðir Jóannes í Miðstovuni frá. 

- Tað er vaksið væl í ár, hóast eplaveltan fór nakað illa av tí nógva vindinum sum var um Ólavsøkuna, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo