Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Vinna

Mánadagin tók nýggja og snotuliga gistingarhúsið Havgrím móti fyrstu gestunum, og áhugin er stórur at bíleggja sær pláss, sjálvt um Kommandørsvitan kostar 4000 krónur um dagin við morgunmati.

Talan er um gisting í serflokki á nýggja gistingarhúsinum Yviri við Strond, sum prísirnir eisini avspegla á heimasíðuni hjá gistingarhúsinum - trýst her

Lis í Niðristovu, ein av eigarunum, sigur í stuttari viðmerking við VP, at áhugin at bóka sær gisting hevur verið stórur, síðani tað gjørdist møguligt at bóka sær eitt kamar.

Lis í Niðristovu sigur, at einaferð fyrst í komandi viku, verður gistingarhúsið Havgrím víst fram fyri innbodnum.

14 kømur eru á gistingarhúsinum, har tilsamans 35 fólk kunnu gista.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo