Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Skúli

Prógvhandan var á Glasi, Smiðjugerð í dag 4. mars. Talan er um 6 sveinar, sum fingu handað prógv.

Tað serliga við hesi prógvhandan er, at hetta er síðsti bygningssnikkarin, sum tekur sveinaroynd á hesum sinni.

Orsøkin til tess er, at lærlingar innan snikkarafakið er í minking.

Framyvir taka bygningssnikkarar 1. skúlaskeið í Føroyum og fara síðani til Danmark at taka hini skeiðini og sveinastykki.

Samstundis vit siga "farvæl" við skúlagongd hjá bygningssnikkarum í Føroyum - er tað gleðiligt at rør & blikk fakið er komið aftur.

Hesir 5 sum hava staðið sveinaroyndina innan rør & blikk í dag, eru teir fyrstu, sum hava tikið hesa útbúgving tey seinastu 20 árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo