Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Krutl

Condé Nast Traveller er eitt sera týðandi amerikankst lívstíl og ferðablað. Blaðið hevur yvir 1,7 milliónir fylgjarar á facebook og hevur vunnið nógvar heiðurslønir, siga tey á G! redaktiónini í tíðindaskrivi til miðlarnar.

Blaðið hevur ein lista yvir nakrar av bestu festivalum í heiminum, sum tað viðmælir sínum lesarum at vitja. Og ein av festivalunum er G! í Gøtu.

Í listanum hjá Condé Nast Traveller er millum mangt annað ein festivalur í Eysturríki, sum er væl egnaður til tey sum dáma kavakrígg. Har eru festivalar til tey sum dáma strandarlív (Ungarn), at hugna sær í fjøllunum (Bulgaria) og so til tey sum dáma at royna okkurt øðrvísi, og har koma Føroyar inn í myndina við G!

- Føroyar hava henda reina og óspilta "Scandi-cool appealin". Hetta er staðið, um tú ætlar at sleppa burtur úr stórbýnum og uppliva góðan tónleik í einum amfiteatri sum samstundis eisini man vera eitt tað mest bergtakandi plássi á okkara gongustjørnu. Vit skjóta upp, at tú fert skjótt, áðrenn restin av heiminum fær sama hugskot, stendur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo