Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Tónleikur

G! festivalurin: Einki einstakt tiltak í Føroyum skapar so nógva umrøðu uttanlands sum G! festivalurin. Serliga Gøta, men eisini restin av landinum verður sett á heimskortið, tá tónarnir runga á Gøtusandi.

Tað eru nú 17 ár, síðani G! festivalurin varð hildin á fyrsta sinni. Tað, sum byrjaði sum eitt leyst prát millum fólk í og rundan um bólkin Clickhaze, bleiv skjótt til ein av heimsins mest serstaku tónleikafestivalum, og í dag er eitt summar uttan G! mestsum óhugsandi.

Hetta er ikki minst galdandi fyri fólk í Eysturkommunu. Fyri Gøtu er G! festivalurin vorðin hæddarpunktið á árinum, tá fólk í túsundatali, føroyingar eins væl og útlendingar, streyma til bygdina. Gøtufólk spíla seg út, tá fólkatalið í bygdunum veksur við fleiri túsund, og tað ber mestsum ikki til ikki at vera ein partur av G!, um tú býrt í Gøtu.

Hvussu stóran týdning festivalurin eisini hevur fyri gøtufólk, sást millum annað í fjør, tá bygdarfólk sjálvi stóðu fyri Tróndardøgum í sambandi við, at standmyndin av Tróndi í Gøtu bleiv 10 ár. At føðingardagurin fall saman við G! festivalin, og at veðrið var av tí besta, gjørdi bara tiltakið upp aftur betri.

Eitt annað dømi um, hvussu G! festivalurin hevur gjørt mun fyri plássið, er nýggja Tónleikaútflutningsstovan, sum skal vera í Syðrugøtu. Hendan stovan, eisini nevnd Faroe Music Export (stytt FMX), skal virka fyri at økja um útflutningin av føroyskum tónleiki og menna føroysku tónleikavinnuna, og tað kennist næstan sjálvsagt, at hon skal hava heimstað í Gøtu við sínum ríka og livandi tónleikaumhvørvi.

Sigast kann av sonnum, at G! setir Føroyar og ikki minst Gøtu á heimskortið. Teir mongu altjóða kendu tónleikararnir og bólkarnir, sum hava sungið og spælt á G!, geva okkum góða umrøðu úti í heimi, og alsamt fleiri útlendsk tíðindafólk koma eisini á G! Skipað verður fyri túrum og útferðum við tíðindafólkunum, sum eru bergtikin og ovfarin av tí, tey síggja og uppliva.

Eitt er umrøðan úti í heimi, men eisini her heima hjá okkum sjálvum gevur G! nýggjar møguleikar til vinnulív og einstaklingar, sum seta sølubúðir upp og fáa ein pall til at selja og gera vart við sínar vørur.

Nógv er hent
Nógv er hent síðani 2002, tá fyrsti G! festivalurin varð hildin. Tá vardi festivalurin bara ein dag, tað var bara ein pallur, og góðir 800 áhoyrarar vóru á sandinum og lurtaðu eftir eitt nú Clickhaze, Enekk, MC Hár og Hanusi G. Johansen.

Fyrsti G! eydnaðist stak væl, og festivalurin vaks nógv tey næstu árini. Kend altjóða nøvn sum Bomfunk MC’s, Lisa Ekdahl, Russ Taff, Europe, Nephew, Beth Hart og Natasha Bedingfield spældu fyri fleiri túsund fólkum á Gøtusandi.

Í 2007 hendi so tað, at felagið, sum skipaði fyri festivalinum, fór á heysin, og tí varð byrjað av nýggjum í 2008 við G!Mini festivalinum, har bert føroyskir tónleikarar vóru við. Tá var G! longu so fastgrógvið í føroyskum mentanarlívi, at tónleikararnir allir spældu ókeypis, tí øll vildu hava G! at halda fram.

Frá 2010 bleiv fyriskipanin av G! umløgd, og G! Grunnurin varð settur á stovn. Grunnurin er ikki vinnurekandi og byggir á vælgerandi endamál.

Mennandi grunnur
Síðani 2015 hevur Sigvør Laksá verið stjóri í felagnum G! Grunninum. Hon fegnast um, at tað vanliga liggja pengar eftir G! festivalin – pengar, ið fara í grunnin, sum kann brúka pengarnar til at menna tónlistaliga umhvørvið í bygdini.

Hon nevnir til dømis fyrsta árið, tá G! grunnurin skipaði fyri festivalinum, ið gav yvirskot, so grunnurin kundi lata pengar til Töting. Seinastu árini hevur Töting ment seg til at vera eitt væl vitjað spælistað, ið eisini skipar fyri konsertum.

Nú hava almennu Føroyar so eisini gjørt av, at nýggja Tónleikaútflutningsstovan skal vera í Syðrugøtu.

Tað kann tykjast upplagt, at ein slíkur stovnur skal vera í Gøtu, men sambært Sigvør Laksá er tað ikki heilt so líkatil, sum tað kann ljóða. Hon vísir á, at tey veruliga hava verið frammi í skónum og arbeitt fyri at fáa FMX til Gøtu.

Sigvør Laksá heldur tað vera áhugavert fyri tónleikaumhvørvið á staðnum at fáa ein kapasitet inn, sum arbeiðir fyri at fáa føroyskan tónleik fram uttanlands. Og tað er eisini heilt í tráð við andan hjá G! Festivalinum.

G! hevur nevniliga alla tíðina havt sum eitt mál at styrkja møguleikarnar hjá og umrøðuna av føroyskum tónleiki uttanlands, og við eini Tónleikaútflutningsstovu á sama stað sum G! eiga útlitini at vera góð fyri, at føroyskur tónleikur kann gera seg upp aftur meira galdandi uttanfyri landoddarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo