Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Tvøroyrar kommuna: Í eitt mannaminni hevur bakarí verið í Trongisvági. Á Sjógøtu 256 stákast fryntligu systkini Arnold og Sólgerð við dagsins arbeiði. Rullukøkur, wienarbreyð, rundstykki og vakrar lagkøkur er bara nakað av tí, ið er á skránni henda dagin, vit vitjaðu. Orsøkin til, at vit vitjaðu var, at handilin er broyttur og nútímansgjørdur – sera snotiligt og hugnaligt er at støkka inn á gólvið hjá teimum.

Í byrjanini av fimti-árunum nevndist handilin Heiðabúðin og tá var tað Eliesar Mortensen, ið átti hann. Pápi Arnold og Sólgerð, Osleif Gaard, yvirtók handilin í uml. 1960 og skjótt fóru fólk “til Osleif” tá tey fóru at keypa bakstur. Osleif rak handilin til í 1986, tá sonurin, Arnold, tók yvir sum stjóri. Fólk her í kommununi hava tí vant seg við at fara “til Arnold” at keypa, meðan avbygdafólk mest tosa um at keypa frá Gaards Bakaríi, ið tað jú eisini eitur.

Arnold og systirin Sólgerð standa fyri dagliga rakstrinum av handlinum, og tað hava tey gjørt alla teirra tíð. Arnold stóð í læru sum bakari hjá Conrad Skaale í Havn frá 1972 til 1974, tá Conrad brádliga doyði. Seinasta partin av lærutíðini lærdi Arnold tí hjá Frants Restorf. Sólgerð stóð í læru í familjufyritøkuni í heimbýnum og varð hon útlærd sum kondittari í 1988.

Nógv er broytt hesu mongu ár, ið tey hava arbeitt í bakarínum. Tá bygningurin varð keyptur, var tað bert tann eystari endin, í einari hædd. Siðan hevur Gaards familjan bygt uppí vestureftir og seinni aftur, er bygt uppí í erva.

Arnold og Sólgerð siga bæði, at tey hava vaksandi virksemi í bakarínum. Tey gera nógv breyð og køkur og veita eitt nú bakstur til Bónus, Esla og Bakkhús. Væl smakkandi burgarabollarnir, ið fáast umborð á Smyrli, koma eisini úr bakarínum hjá Gaards. Tey siga, at millum tey vitjandi aðrastaðni frá, eru tað serliga rullukøkurnar og kleynurnar, ið ganga sum heitt breyð.

Hóast ein mannsaldur í somu vinnu, á sama staði, so siga tey bæði, at tey halda fram tí at tey eru góð við arbeiðsplássið og heimstaðin. Tey siga eisini, at tey merkja væl, at fólk hava tað gott á Tvøroyri og at keypiorkan er merkisvert størri nú, ið arbeiði er til allar hendur. Tey siga seg eisini merkja, at fólkatalið økist í býnum.

Hjá Gaards Bakaríi starvast í dag 4 fólk í bakarínum, 2 handilsfólk og ein avloysari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo