Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Veljarakanningin, gjørd varð fyrr í vikuni, var umbiðin av KvF og Miðalhúsinum og Gallup gjørdi hana.

Hví nú spyrja Gallup um innihaldið í kanningini er í lagi? Tað er ikki Gallup, sum ger spurningarnar.

KvF kundi akkurát tað sama spurt húsasmiðin um, hví eini sethús hann byggir eru serstøk, sum triðjipersónur hevur teknað.

Tað vóru KvF og Miðlahúsið,

• sum avráddu, nær spurningarnir vóru settir

• sum formuleraðu spurningarnar

• sum avgjørdu, hvørjir spurningar vóru

• og sum gjalda fyri kanningina

Gallup ger kanningararbeiðið og í mesta lagi korrigerar spurningarnar soleiðis, at teir eru stuttir og neyvir.

Innihaldið og nær teir vórðu settir, tað var avgerðin hjá KvF og Miðlahúsinum, sum rinda fyri kanningina.

Gallup ger tí tað, sum tey eru biðin um og sum rindað verður fyri. Gallup ger bara sítt arbeiði. Longri er tann søgan ikki.

Tí er tað einki høpi í hjá KvF at brúka Gallup sum alibi fyri settu spurningarnar - tað er at renna undan ábyrgdini.

Óvissan goymd
Kortini var tað skeivt, tá Gallup í tíðindasendingini í kvøld argumenteraði við, at javnbjóðis kanning er gjørd fyrr, og at nýggja kanningin tí er í lagi.

Hetta er ikki so.

Umbidna Gallupkanningin tekur støði í verandi spurninginum um hjúnabandslógina (hetta er ikki gjørt áður), har sera stór óvissa er um avleiðingarnar fyri kirkjuna.

Bæði tingfólk, einstaklingar og eisini Løgtingsskrivstovan hava ógvuliga viðkomandi viðmerkingar og ikki minst ivamál at vísa á. Sí álitið frá trivnaðarnevndini.

Hetta verður als ikki umrøtt í miðlunum -  men bara at samgongan mælir til: ".... at hjúnabandslógin verður broytt soleiðis, at tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga, tvs. ikki í kirkju" og at andstøðan er ímóti hesum "sjálvsagda" uppskoti.

Sostatt verða tey, sum hava aðra meining um hjúnabandslógina sjónliga lítisgjørd av samgongu og miðlunum. Og almenningurin fær tí ikki relevantar upplýsingar í málinum.

Har er hundurin grivin.

Kritiski journalistikkurin
Flestu vilja geva samkyndum javnbjóðis lóglig rættindi, tað er eyðsýnt og sjálvsagt. Men ómetaliga nógv vilja ikki vevja kirkjur og samkomur uppí. Tí er uppskotið hjá Sambandsflokkinum um skrásett parlag eitt veruligt alternativ.

Men hetta verður tagt burtur. Hjúnabandslógin bleiv eitt samgongumál, hóast løgmaður sigur annað.

Hvar er nú kritiski journalistikkurin? Hví verða dokumenteraðu ivamálini um hjúnabandslógina ikki avdúkað fyri almenninginum, hví verður lógin um skrásett parlag ikki lýst sum alternativ og hví sleppur løgmaður at siga eitt og gera heilt annað?

Og ikki minst, hvar blivu kjakini (og ikki prátini, sum nú eru á skrá) av í KvF, har uppskotið um hjúnabandslógini vildi verið sjálvsagt evni?

Jú, her verða nógv ivamál tilætlað tagd burtur. Er tað sakligur tíðindaflutningur?

Bjarni Djurholm 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo