Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Fari at koma við nøkrum viðmerkingum til greinina í Sosialinum, mánadagin 29. februar, um Gomlurætt, Sandoyartunnilin v.m.

Eitt av málunum sum var til viðgerðar á síðsta býráðsfundi, var málið um at leingja flótibrúnna á Gomlurætt. Síðani brúgvin varð løgd út fyri 8 árum síðani, er ferðavinnusiglingin nógv økt, soleiðis at tað nú kann vera trupult hjá Kolturs- og Hestbátum at fáa pláss við brúnna. Tí verður brúgvin nú longd við 15 metrum, sum eisini varð einmælt samtykt av býráðnum.

Tá ið nú Gamlarætt var til umrøðu í býráðnum, so nýtti eg høvið at mæla býráðnum til at heita á landsins myndugleikar um at varðveita Gomlurætt, sum hon er, og ikki at gera seg inn á hana við at lata Sandoyartunnilin koma upp í sjálvum havnarlagnum.

Eg vísti á nógva virksemið, sum er á Gomlurætt, har tað m.a. eru fleiri ferðavinnufeløg, sum brúka havnina regluliga. Eisini hevur Luna alivirksemi har til aliringarnar fram við Velbastaðlandi. Tað eru feløg, sum sigla við ferðafólki; skjóttgangandi bátar og onnur skip, so sum Westward Ho, Norðlýsið, Rib62 o.o.

Eisini bátar úr Hesti, Koltri og aðrastaðni frá brúka havnina. So samanumtikið er talan um fleiri arbeiðspláss.

Verður skynsamt farið fram, og hugsað verður frameftir við tilrættaleggingini av undirsjóvartunnilinum, so kann havnarlagið á Gomlurætt gerast tókt til enn fleiri endamál, bæði innan ferðavinnu og aðra vinnu við. Tí eigur hesin møguleiki ikki at verða forkomin, bert tí at tunnilin partú skal upp niðri við havnarlagið fyri at spara pening. Haldi, at allir býráðslimir eisini tóku undir við hesum sjónarmiði. Gamlarætt var ein stór íløga, og er ein havn, sum hevur virkað sera væl. Samanumtikið er talan um samfelagsvirðir, sum vit øll eiga og hava goldið fyri, og sum tí ikki mugu søplast burtur, tí sparast skal í eini nýggjari samferðsluíløgu.

Eitt sum ikki kom við í greinina, og sum eg eisini nevndi á býráðsfundinum hóskvøldið, eru øll bátaplássini, sum Tórshavnar kommuna, við loyvi frá Landsverk, hevur gjørt á Gomlurætt. Hetta eru fólk á Velbastað og í Kirkjubø sera glað fyri. Hetta er við til at skapa trivnað, ið styrkir samleikan og sambondini bygdanna millum. Umframt fólk av Velbastað og úr Kirkjubø, so eru eisini fólk bæði úr Hesti og Havn, sum hava bátar liggjandi har. Tað verður eisini arbeitt við eini ætlan um at gera skúrar á Gomlurætt, soleiðis at fólk kunnu hava lutir o.a. á staðnum og undir taki, og hvør veit, um ikki eitt undirhús spyrst burtur úr hesum.

Landstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, verður í blaðnum endurgivin fyri at siga, “Tað kann ikki verða talan um at geva eina havn, sum hevur kostað landskassanum nógvar pengar, burtur fyri einki. So vil Tórshavnar kommuna yvirtaka havnina, mugu tey koma við einum boði. Vil Tórshavnar kommuna sleppa at yvirtaka Gomlurætt, og fáa ávirkan á, hvar Sandoyartunnilin skal koma upp, mugu tey bera skjótt at, tí tað eru nógvir spurningar at greiða.”

Vænti, at landsstýrismaðurin er skeivt endurgivin, tí mín greiði boðskapur var bert at broyta ætlanini um, at Sandoyarferðslan úr tunlinum kemur upp á sjálvum havnarlagnum. Tí, um tunnilsmunnin skal vera á sjálvum havnarlagnum, høvdu vit mist stór virðir, og havnarlagið hevði ikki kunnað verið brúkt til tað, ið møguleikar annars eru fyri í framtíðini. Men kemur tunnilin harafturímóti út, har Merkið er málað í bergið, so hevði øll ferðslan gjøgnum Sandoyartunnilin, og kanska seinni úr Suðuroynni við, sloppið undan at koyrt niðan ígjøgnum tveir krappar bugar ella “hárnálssnaringar”.

So til tykkum landsins kosnu, gott í tykkum, málið snýr seg um at gagnnýta tað, vit hava bygt upp, at skapa bestu loysnirnr og at hugsa og virka burðardygt.

Gamlar almennar ognir, sum ikki verða brúktar longur, fella ofta í órøkt og liggja og forfarast. Tí hevði her verið ein funnin fressur, at landið og kommunan gingu inni í eitt samstarv, sum veruliga bar ávøkstur.
Hendrik Old er ikki hvør sum helst, og hann hevur drúgvar lívsroyndir. At hann hugsar og handlar praktiskt og skynsamt hava vit hoyrt góð dømir um mangar leygarmorgnar, har hann er sum tikin úr leikum. So latið okkum í felag hugsa loysnir, trivna og menning fyri landið alt, og mest av øllum fyri tey, sum eftir okkum koma.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimir fyri Tjóðveldi í Tórshavnar býráð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo