Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire
Filmsbrot

Gekk springaradrápið í Hvalvík væl?

Tann spurningin seta fleiri, nú videomyndir eru komnar undan kavi sum kundu týtt uppá tað beint øvugta.

Í nógvar minuttir sæst ein maður royna at fáa lívið av einum springara við at skera hann á háls.

Lógin sigur annars, at mønustingari skal brúkast, og hóast sýslumaðurin kann geva loyvi til at skera á háls, so eru myndirnar lítið sannførandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo