Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Krutl

Hjá teimum sum eru komin eitt sindur upp í árini og minnast tá sjónvarpið byrjaði at senda í Føroyum leita tankarnir aftur til tá onkur væl umtókt sjónvarpsrøð var á skýggjanum, eitt nú Dallas. Tí tá mátti tjóðin bara ikki órógvast - tað løtuni ímeðan Dallas var skuldi friður valda og onki tiltak fyriskipast, heilt einfalt tí tá kom ongin.

Nú er nærum sama skilið, bara er tað mentannarstovnurin sjálvur, Kringvarpið, sum stílar fyri nú.

Gekkavinningurin er 1,8 milliónir krónur, og maður fer ikki av húsi men situr heima og spælir gekk.

Kanska er tað áhugavert at leita aftur á tað sum Gunnar Restorff, sum dugir væl við tølum, segði um hesa tíð í 2016, tá talan eisini var um stóran gekkavinning.

Støddfrøðingurin hevði roknað út, at møguleikin fyri at vinna gekkin var 0,0003. Men slapp tú ígjøgnum at snara hjólinum var møguleikin at vinna stóra vinningin næstan 10%.

- Men tað skal sum kunnugt eitt sindur til, áðrenn tað kemur so langt. Ikki bara skalt tú hava fulla plátu, men tú ert eisini í kapping við eini 14 onnur, sum eisini hava fingið fulla plátu, og sum eisini royna at sleppa ígjøgnum at snara hjólinum.

Gunnar Restorff segði, at ein strategi, tú kanst velja, um tú vilt vera vís/ur í at fáa fulla plátu, er at keypa 2.000 Gekkahefti. Tað kostar 60.000 krónur, men so hevur tú við vissu fingið fulla plátu. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo