Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Hvørt mansbarn, ung og gomul, droyma nú um at gerast millióningar; alt undir eina millión verður vrakað.
Men gomul og onnur tornom hava ein trupulleika, meðan spælt verður um teir 6 smærri vinningarnar. Hóast øll eldri enn 20 ár duga abc´ið og byrja vanliga lesing frá vinstru í erva, so øsast vit tornomu, tá ið gekkaupplesarin lesur hesar 6 vinningarnar hvørt friggjakvøld. Speglvent.

Verri er statt hjá teimum heilt ungu, tí tey duga ikki abc´ið. Í barnaskúlanum mugu tey als ikki læra tað. Har er tað útihýst.

Fyrr í tíðini vóru børn sibbar, um tey ikki dugdu abc´ið;  hóast hetta dugdi Jákup á Møn at remsa upp ABC. Gávuríki Mads Andreas Winther (23.11.1871-8.02.1923) skrivaði i einum av sínum skemtingarsomu  søgum ”Tá ið Mikkjal gekk til,” at pápin hjálpti honum at lesa: ”A… Hygg nú væl at hasum stavinum. Hatta er A… B…C… D…”

Harrin viti, hvussu tey á Setrinum stava eitt nú cand. arch., cand. scient., cand. sciet. oecon., cand. techn. soc. Og hvussu heitini professari og adjunktur eita á nýføroyskum?
Altso: Sum ein annar Mikkjal kunnu vit gomlu og tornomu ikki fylgja við, tá ið teir 6 vinningarnir verða kunngjørdir í Gekkinum.

So er tað sagt.

Í nøkur ár hava fólk við áhuga fylgt við í tí stóra og spennandi skúlaprojektinum ”Skúladepilin í Marknagili.”

Upprunaliga ætlanin var at byggja við einum projekti, sum óivað hevði sprongt allar fíggjarkarmar, men so líðandi eydnaðist við royndum arkitektráðum – ”vi hugger en tå og klipper en hæl” –  at fáa kabálina at ganga upp. Ætlanin var, at skúlin skuldi taka ímóti næmingum í 2014, men nú verður tað valla fyrr enn 2017. Tolin trívst og treiskin vinnur.

Fyri stuttari tíð síðani varð kunngjørt, at ”Skúladepilin við Marknagil” hevur fingið annað navn. Hann eitur nú ”Glasir,” uppkallaður eftir ”vakrasta træi millum gudar og menn” í norrønu gudalæruni.

Eitt fait accompli. Keine Hexerei nur Behändigkeit. Skúlin eitur nú Glasir. Punktum finale.
Navnið er annars ikki í samljóði við skúlaumhvørvið í okkara høvuðsstaði: Skúlin á Argjahamri, Skúlin á Frælsinum, Føroya Læraraskúli, Specialskúlin (orsaka c´ið), fyrrverandi Venjingarskúlin, Skúlin á Fløtum (enn bert á tekniborðinum), Skúladepilin við Marknagil, Skúlin við Løgmannabreyt, Eysturskúlin, Nonnuskúlin undir Varða, sum byrjaði 1935 við 7 lærarum: Ancharia, Givalberta, Theodulpha, Maria, Hedda, Werburga og Sy-Evarin.

Uppskot til búmerki skúlans hevur ein sendistova (valla ein ambassada?) gjørt. Vanligt er, at nýggj nøvn og búmerki í samfelagnum verða boðin alment út av einari nevnd, sum ger av, hvør hevur vunnið kappingina. Varð nøkur kapping lýst alment?
Í Google – besta upplýsingarkelda nakrantíð – verður áhaldandi júkað, hvussu navnið Glasir skal bendast og brúkast.

Vit spyrja gánandi: Álvaratos, hvat er á vási? Er tað veruliga neyðugt at broyta navnið, ið vit øll hava brúkt nú í meira enn tvey ár.

Okkara forfedrar skaptu staðarnøvn við sál, sum ikki boytast. Ætt eftir ætt stinga røturnar djúpt í umhvørvi og tolir vanliga ikki fremmanda uppílegging. Um vit nú halda okkum til ta gomlu Havnina: á Mýruni, í Lágni, á Brekku, í Svanga, í Vika, í Króki, á Penaplássi (nú Yviri við Strond), undir Ryggi, undir Krákugjógv, undir Pisuvarða, í Sandagerði, undir Glaðsheyggi – har búðu fólk, tí har var eingin tráur landnyrðingur, og vesturættin var skútsond. Á Glaðsheyggi búði eingin. Har var útsýni vestur og suður í hav. Haðani varð glaðað og rópt grindaboð. Annars æt Undir Glaðsheyggi upprunaliga Ormurin Langi, sum Rasmus Effersøe gjørdi, fíggjaði og navngav. Hetta segði M. S. Viðstein. Men tað er ein farin tíð.
Skúlanøvnini, sálin, mugu ongantíð hvørv í støðugt komandi nýggjum tíðum, tí, um tað hendir, doyr søgan, og tá hjálpir einki a syngja ”latið ei søguna doyggja.”

Aftur til træið.

Vit kenna søguna um kunnnleikans træ í urtagarðinum Eden, har Eva lokkaði mann sín, Adam, at seta tennurnar í træðið, hóast træið var friðað.

Tá sóu bæði, at tey vóru nakin, og heimurin gjørdist ein endaleys babylonsk fløkja.
Føroya fyrsti realskúli í 1861 var umgirdur av stórum, vøkrum trøum eisini tey mongu ár, kunnleikanámið H. N. Jacobsens Bókahandil hevur hildið til har.

Kollegiið, Regensurin, við Rundatorn í Keypmannahavn hevur aldargamalt træ í garðinum, har Kingo, Brorson, Jens Chr. Svabo, Nicolaj Mohr, W. U. Hammershaimb, Fríðrik Petersen, Niels R. Finsen, Jørgen-Frantz Jacobsen og nógv onnur nomu og nema europeiska ond.

Um Skúladepilin við Marknagil sum frálíður verður prýddur innan við list við motivum úr okkara fornu kvæðum eins og í aulini í fyrrverandi Kommunuskúlanum og í nýggja skúlanum á Løgmannabreyt, og um tað vakra træið Glasir úr fornari gudalæru verður avmyndað við dámligum smæðni, so er tað óivað eitt gott hugskot við hesum navninum.

Nú. Tað líður so væl við hesari størstu skúlabygging í Føroyum. Skúlamyndugleikin átti at umhugsað, um og nær listin hjá Williami Heinesen og Zachariasi Heinesen í aulini í fyrrverandi Kommunuskúlanum skal flytast til Skúladepilin við Marknagil – ella kanska komandi grannan, Skúlan á Fløtum, sum verður framhaldið av gamla Kommunuskúlanum og gamla Venjingarskúlanum.
                                                                        
Fyrsta kongavitjan var í Føroyum, tá ið Kristian 9. vitjaði 25. og 26. juli 1874.
Í 1882 varð Kongminnið á Gripsheyggi í Havn vígt til minnis um vitjanina. Jákup Andr. Arge (Jampan) laðaði Kongaminnið, og danin H. C. Arnhæst teknaði. Á minnisvarðanum eru høgd orðini ”Med Gud for Ære og Ret.” Tá búðu 950 fólk i Havn. Hetta skrivar Vagnur Michelsen. Harmiligt, at vit vita so lítið um hendan minnisvarðan: hvaðani kom grótið? hvussu varð peningurin útvegaður? hvat kostaði minnisvarðin? hvør vígdi hann? o.s.fr.

Fyri 85 árum var tað vanligt, at foreldur við børnum vitjaðu niðan á Kongaminnið sunnumorgnar eftir kirkjutíð.
Í 1894 ”forerdi” hesin sami kongur festijørð (kongsjørð) um Havnina frá Válgaravík til Sandagerð. Hon, jørðin, skuldi býtast í kúfórðum fátækum fólki til ognar. Tá uppstóð ein nýggj, sera arbeiðssom statt í Havn: traðarmenn og ognarmenn. Teir veltu og ruddaðu og laðaðu grót um øll kúfórðini frá Válgaravík til Sandagerð. Soleiðis kom Stóragarður so líðandi. Eitt bragd, sum tolir sammeting við meistaraverkið – grótlaðingina – við 1000 ára gamla bústaðin Uppi við Garð á Viðareiði.
                                                                       
Fyri stuttum hevði KVF aðru sending um ríkisfelagsskapin Danmark-Føroyar-Grønland.
Fyrrverandi havnarmeistari, nú cand. phil., greiddi áhugavert frá farnu tíð. M.a. hoyrdu vit um eina flagglínu, sum var kutað á flaggstongini hjá ríkisumboðsmanninum, og at tað tessvegna var neyðugt at flagga við flagglínuni frá  einum vindeyga á loftinum, av tí at flaggstongin stóð nakað frá Amtsmansborgini. Hetta var eitt sindur løgið, segð frásøgumaðurin.

Undirritaði, í ørindum í Geilini hendan sama fyrrapartin, sá, hvussu flagglínan flagsaði í leysari luft, men eg sá eisini flaggið, Dannebrog, tveitt sum eina tvøgu í einum króki í Kopargøtu millum Geilina og gamla Bókasavnið.
Um somu tíð – hetta var uppundir løgtingsvalið 2002 – sóu vit ein dagin, at eisini Kongaminnið var vanærað við onkrum, sum kundi líkst einari yvirstórari hýt smoygda yvir minnisvarðan.
Til slíkar primitivar beistagerðir tørvar okkum orð.
                                                                                
Nú gjørdist grenjið í longra lagi. Longri enn ætlað.          
     
Heri Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo