Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandfið: Nevza-kappingin, U17 gentur: Noreg – Føroyar 2-3 (25-21, 25-20, 20-25, 22-25, 7-15)

Tá ið tú ert 2-0 aftanfyri í flogbólti, er bara eitt at gera. Vinna 3 tey næstu settini. Tað er lættari sagt enn gjørt, men føroysku U17 genturnar megnaðu júst tað ímóti Noregi fyri løtu síðan.

Runnu leingi aftaná
Føroysku genturnar høvdu tað alt annað enn lætt fyrst í dystinum. Tær máttu kempa seg upp, og komu upp á liðina av Noregi nakrar ferðir, men vunnu seg ikki framum. Og eisini í 3. setti vóru genturnar undir stórum trýsti og komu langt afturum, og tað sá svart út.

Men miðskeiðis í settinum var javnt, og so hugdu okkara gentur ikki afturum seg aftur. Til stuttleika kann nevnast, at síðstu løtuna í 3. setti, tá ið alt koppaði føroyska vegin, átti SÍ allar leikararnar á vøllinum. SÍ vann á Noregi!

Sterkt liðavrik

Føroysku genturnar kempaðu sera væl í hesum dystinum. Tær vístu framúr stríðsvilja, og tá ið dysturin koppaði føroyska vegin, tóktust okkara gentur hava leikliga yvirtakið og bara vuksu og vuksu. Servurnar gjørdust skarpari, og genturnar tordu í avgerandi løtum. Til seinast var talan um greiðan sigur, tí síðsta settið endaði 15-7 til Føroyar.

Talan var um liðavrik, men skulu tvær takast fram, eru tað Eva Gunn Niclasen og Malan Maria í Haraldstovu Weihe. Tær eru rættiliga komnar fyri seg, og tað er gott fyri Føroyar!

Mikudagin kl. 18.00 spæla føroysku U17 genturnar hálvfinalu. Sum bólkavinnarar sleppa tær beint í hálvfinaluna.

Hálvfinalan verður at síggja her:

http://www.volleytv.dk/nevza-u17-championship-hall-a?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo